Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Politikkur

Brandur Sandoy hevur sett Eyðgunn Samuelsen fyrispurning viðvíkjandi at tryggja borgarum við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra rættindi undir verkfalli.

Spurningur:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at fyribyrgja, at støðan, sum borgarar okkara við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra komu í undir verkfallinum hjá námsfrøðingunum, kemur fyri aftur?
 
2. Hvørjar møguligar loysnir sær landsstýrismaðurin fyri sær?
 
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin var í fjølmiðlunum beint eftir umrødda verkfall og lovaði at taka stig til tess at fyribyrgja, at líknandi støða tók seg upp aftur.

Nú tveir mánaðir eru farnir, er onki nýtt at frætta um hetta mál, og heldur ikki hevur landsstýrismaðurin lagt nakað uppskot fyri tingið, sum bøtir kor okkara veikastu, tá verkfall er.

Stjórin í Almannaverkinum var fleiri ferðir undir verkfallinum frammi við, at lív og heilsa varð sett í vanda hjá hesum samfelagsborgarum okkara.

Tosað varð um at seta óhefta metingarnevnd við fakfólki at taka støðu til undantøkini, ið Almannaverkið bað um. Hetta fekst ikki semja um.

Um verkfallið lærdi okkum nakað, so er tað, at talan er um ein útsettan bólk av okkara allar veikastu borgarum, sum er sterkasta verkfelagsvápnið.

Tað er mín sannføring, at styrkin hjá einum landi má metast eftir, hvussu tað tekur sær av teimum, sum hvønn tíma í samdøgrinum hava brúk fyri, at onnur eru um tey og veita neyðugu hjálpina.

Vit eiga sum framkomið samfelag ikki at góðtaka, at hesi okkara veikastu koma í klemmu eina ferð afturat, og eiga sum samfelag at tryggja, at innan fyri øll umsorg­anar­fak finnast aðrar loysnir á arbeiðsósemjum.

Tá vit standa í støðuni næstu ferð, er ov seint at handla.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í almannamálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo