Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Ein facebook støðudagføring fyri einum árið síðani um bústaðarneyðina í Føroyum fekk nógvar viðmerkingar og bleiv deild nógvar ferðir, bæði av vanliga borgaranum og eisini av fleiri av okkara fólkavaldu.

Øll vístu seg at skilja støðuna, og øll vóru so sera samd í, at hetta var nakað, ið hond skuldi takast um her og nú.

2000 fleiri fólk uppá 3 ár kunnu vit føroyingar reypa okkum av, men bústaðarneyðin hevur ongantíð verið verri enn akkurát nú.

Fótfólkið hevur latið síni tungu eygnalok upp og noktar at standa tigandi og hyggja at, meðan trupulleikin at fáa tak yvir høvdið bara veksur í vavi.

Men ger tað mun? Ja sjálvandi munar tað, tí um TEY ikki gera vart við støðuna, hvør skal so siga søguna fyri teim ráðandi?

Tey sita óvitandi og trygt í síni fínu sofu í sínum fínu stóru húsum og VITA veruliga ikki, hvussu "tey á kantinum" (sitat Kári Petersen) hava tað.

Tey hava onga HÓMING av, hvat stríð hesi fólk hava, og hvørja lýðing tey fara ígjøgnum dag og dagliga. Mánaða eftir mánaða og ár eftir ár.

Tey ÁNA ikki, hvørjar fylgjur hendan ótrygga ólukkuliga støða hevur fyri øll tey, ið eru í búðstaðarneyð. Tey kenna ikki søgurnar hjá øllum teimum, sum dag og dagliga stríðast fyri at fáa eitt so sjálvsagt krav uppfylt, sum at fáa tak yvir høvdið.

Er tað ikki ein mannarættur at hava eitt stað at búgva í?

Mannarættindasáttmálin sigur ímillum annað soleiðis í grein 25:

"25. grein 1. Ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru, har uppi í mat, klæði, BÚSTAÐ og heilsurøkt og almennar tænastur og rætt til trygd við møguligum arbeiðsloysi, sjúku, óarbeiðsføri, missi av maka, aldri ella aðrari skerjing av vinnumøguleikum orsakað av umstøðum, sum hann ikki hevur ræði á. 2. Møður og børn hava krav um serliga umsorgan og hjálp. Øll børn, annaðhvørt tey eru fødd í hjúnalagi ella uttan, njóta somu almannavernd."

Nú MÁ okkurt gerast, og tað eigur ikki at vera í næstu viku, men her og nú.

Nú eigur og NOYÐIST onkur at taka ábyrgd av hesum álvarsliga trupuleika, sum rakar alt ov meint og alt ov nógv av okkara dýrabarasta tilfeingi - tey ungu, og tey útlagdu, sum fyri alt í verðini VILJA búgva í hesum landinum, og sum tí fegin vilja flyta heimaftur til okkara deiliga land at búðseta seg.

Lógir mugu broytast, og heilt nýggj tiltøk mugu setast í verk.

Tit fólkavaldu eru NOYDD at ganga aðrar leiðir. Tit eru noydd at hugsa út um vanlig mørk.

Vilja bankarnir ikki fíggja bústaðir til vanlig fólk, gevið teimum so kapping.

Takið nú hendurnar úr lummunum og fari undir størstu og bestu íløgu, tit nakrantíð hava gjørt.

Ein íløga, sum kemur fleirfaldað aftur bæði so og so.

Øllum føroyingum at gagni.

Elsa M Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo