Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

- Vit mugu verja tað fría orðið, og ein máti at minnast Kim er at lata hennara virði liva víðari, sigur Ingrid Wall, mamma svenska journalistin Kim Wall, sum fyri einum ári síðani varð myrd tá hon var til arbeiðis. 

Eftirkomararnir hava stovnað "The Kim Wall memorial fund" og tey sum taka lut í renningini "Run for Kim" ella á svenskum "Spring for Kim" gjalda eitt gjald fyri at vera við, sum fer óskert til grunnin, hvørs endamál er at stuðla júst journalistum, serliga fríyrkisjournalistum sum arbeiða við tilfari úr útlandinum.

Runnið verður í 15 støðum í 12 ymiskum londum - úr Filipsoyggjum til San Francisco. Bara við Trelleborg í Svøríki, har Kim Wall vaks upp, fara væntandi eini 600 fólk at taka lut.

30 ára gamla Kim Wall var saman við Peter Madsen umborð á kavbátinum Nautilus UC3 á hesum degi fyri einum ári síðani, tí hon skuldi skriva eina grein um mannin, sum sjálvur hevði bygt kavbátin. Báturin sakk tann 11. august í fjør í Køge Bugt, og síðani er tað blivið alment sum hendi umborð, nevniliga at hann drap og sundurlimaði hana og síðani søkti bátin við vilja. Allir partarnir av líkinum hjá Kim Wall vórðu afturfunnir.

25. apíl varð Peter Madsen dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt Kim Wall. Hann hevur kært dómin, men sjálvur skuldarspurningurin kann ikki koma til nýggja viðgerð, bert spurningurin um hvørja revsing hann skal hava.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo