Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Í 2017 gav Bókaforlagið Sprotin út bókina KJAK UNDIR KRÍGNUM, og Bergur Rønne Moberg, lektari í føroyskum bókmentum á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya, var ritstjóri. Undirritaði fekk bókina í jólagávu 2018 frá einum langabbasoni, abbasoni og hansara maka.

Bókin er sundurliðað soleiðis:
Upplýsandi inngangur: Politikkur og onnur virðisøki.
51 greinir eftir William Heinesen og Heðin Brú frá 27. februar 1943 til 23. december 1944.

Aftast á permuni lesa vit:
Greinirnar í hesum savni stóðu regluliga sum framhald í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú høvdu skrivað.

Talan er um eitt heildarkent íkast til kjak um føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga.

Greinirnar hava tveir gløggir eygleiðarar skrivað, og teirra styrki er, at teir duga at síggja grundleggjandi mynstur í føroyskari mentan og serliga í aktuellu, politisku kjakmentanini, sum fær eina yvirháling fyri og aðra eftir.

Við teimum mongu yvirskipaðu sjónarmiðunum um føroyskan politikk, mentan, fólkalyndi o.a. hevur tilfarið væntandi bæði almennan áhuga hjá søgufrøðingum, bókmentasøgufrøðingum og øðrum fakfólki.

Bergur Rønne Moberg hevur sum sagt skrivað drúgvan, upplýsandi inngang til tess at lýsa eitt intellektuelt og flokspolitiskt óheft íkast mitt í eini grovligari politiserandi tíð. 

Tann 6. mars 1943 kunngjørdu William Heinesen og Heðin Brú, at ”allar ómerktar greinir í hesi deild eru skrivaðar av okkum. Innsendar greinir vilja altíð verða merktar við fullum rithøvundanavni.” 

Ritstjórin er av teirri áskoðan, at bókin er eitt heildarkent tiltak at lýsa føroyskan politikk og føroyska mentan undir seinna heimsbardaga. Tí, sum hann sigur, greinirnar eru skrivaðar av tveimum gløggum eygleiðarum, hvørs styrki er, at teir ’duga at síggja grundleggjandi mynstur í føroyskari mentan og ikki minst í aktuellu politisku kjakmentanini, sum fær eina yvirháling fyri og aðra eftir.’ [Undirritaði kann skoyta uppí, at W.H. og H.B. sóu fullvæl, eins og fleiri onnur, at okkara ungi, vakri tjóðskaparakur varð yvirgingin av illgresi, sum hóskandi kann kallast harðrent tjóðskaparreyp].

Ritstjórin vil vera við, at William Heinesen og Heðin Brú vilja hava tjóðskaparretorikkin niður á jørðina, tí virknaðurin av hesum retorikki stimbrar ikki føroyska sjálvkenslu og ger ikki Føroyar størri, men elvir tvørturímóti til trongskygni og smáligheit. 

Hóast Jóannes Patursson eisini fær skolu oman yvir seg, er hann tó tað stóra undantakið í føroyskum politikki og søgufatan:

´Tað vakrasta og virðismesta í Jóannesar Paturssonar virki hongur ivaleyst saman við hansara hugi at gera Føroyar størri. Hetta skal ikki fatast soleiðis, at vit benda á nýtt landnám; harafturímóti kunnu vit gera okkara land rúmari við at greiða Føroya søgu fyri okkara landsmonnum, við at vísa okkara føðiland sum eina eind innan fyri tað norðurlendska samanhangið og at royna at leita fram á eitt grundarlag, har vit kunnu byggja eina nýggja tjóðskaparliga mentan á eitt nútíðar føroyskt samfelag, har vit sjálvi skulu hava ræðið. Fáur maður her heima hevur verið so eldhugaður fyri hesum verki sum Jóannes Patursson. Á mangan hátt hevur hann verið framman fyri sína tíð. Hansara vekingararbeiði hevur altíð verið merkt av óræddari styrki, og hansara sjálvkensla sum føroyingur og norðbúgvi hevur virkað frígerandi á teir nógvu føroyingar, ið hava kent tað mannminkandi altíð at vera undir fremmandum fyrisæti.´ (Nøkur orð um Føroya fólks søgu, 2.10.1943).

´At klandurslyndið í okkara partapolitiska lívi er ein tann størsti meinbogin fyri øllum mentunarligum og samfelagsligum vøkstri í Føroyum, er tíverri eink nýtt. Fyri seks árum síðani skrivaði Jørgen-Frantz eina sera forvitnisliga grein um hetta málið; hendan greinin hevur alsamt í dag boð til øll tey mongu her á landi, ið royna at vinna fram til eina greiniligari  fatan av okkara tjóðskaparligu, samfelagsligu støðu, og sum av álvara eru farin at leiðast við tí ævinliga persóns-politiska svassinum, sum okkara bløð flóta yvir við.

Her skulu vit loyva okkum at taka upp aftur nøkur brot úr hesari grein´….. (Tikið úr greinini Orð til umhugsunar, 6.11.1943).’

Samanumtikið má haldast, at tað er heppið, at greinirnar, sum William Heinesen og Heðin Brú skrivaðu í 1943-1944 – báðir høgt í metum sum heimskendir rithøvundar – nú eru gjørdar livandi aftur við bókini KJAK.

Málsligar viðmerkingar í innganginum:

´Ymiskt, sum sambært føroyskum rætskrivingarreglum er skeiv bending og skeivur stavingarháttur, er ikki rættað. Greinarteksturin sleppur stórt sæð at standa, sum hann upphavliga varð prentaður.. Staving sum

´menturnar-traditiónum´ verður sostatt ikki rættað. Tað, sum helst er ávirkan frá havnarmáli, sleppur eisini at standa: ”júst í okkara friðleysi og brárisni tíð.”

Somuleiðis við danismum: ´týdningarmikilt.’ Skeivar fallbendingar eru heldur ikki rættaðar sum t.d.: ”í teimum ringu útkomulíkindunum, tann nýggja handilsøldin býður meginpartin av øllum føroyingum, og fyrst  og fremst ungdómin.” Sumt sær út sum prentvillur, men er tað helst ikki, sum eitt nú danska orðið

´kreds,’ ið verður stavað ´kres,’ uttan um, sum verður stavað ’utan um,’ ´kambfjøður´, sum verður stavað

´kamfjøður´osfr. Harafturímóti er tað, sum fatað verður sum beinleiðis villur, rættað: ´felagsskappur´

´felagsskapur´ ´dómkirkjubyggin´- ’dómkirkjubygging´osfr. Punktum eru skilað til ymsastaðni, tí frávera av teimum kann loypa ólag í lesingina.’

Tað, sum undirritaði her hevur skrivað, havi eg í stóran mun tikið úr innleiðingini hjá ritstjóranum Bergi Rønne Moberg.

Men, men!

Niðast á síðu 168 í bókini – greinin eitur ”Tað Nationala” – er ein ólesilig fløkja, sum ikki hongur saman.

Ein grein eitur Frammiúr Føroyingar. Orðið frammiúr kemur fleiristaðni fyri í bókini.

Tað er eisini vanligt, at samansett orð, til dømis lands-menn, fyrikoma í bókini við bindistriku.

Tað er sera óheppið og órógvandi hjá teimum, ið lesa bókina, at hava kenslu av, at handritið ikki hevur verið endaliga rættlisið, áðrenn tað varð latið til prentingar.

Annað upplagið av KJAK undir krígnum eigur skjótast gjørligt at verða givið út rættlisið – ætlað til skúlabrúks eins og allar hinar bøkurnar hjá Williami Heinesen og Heðini Brú.

Frægast er kanska at makulera restina av fyrsta upplagi.

Til tess at lýsa, hvussu okkara nevndu rithøvundar við holbergskum kannustoyparahumori og handalagi myndaðu føroyskan politikk 1943-1944, verður greinin SØGUTOS  8.7.1944 við hesum skrivað in extenso:

Teir leikandi eru:

Pápin …. Ramligur fullveldismaður

Sonurin.. 14 ára gamal skúlanæmingur

Sonurin:
(Situr og lesur í ”Dagblaðnum”). Pápi, her stendur at lesa, at Føroyar í 16. øld vóru ”et sandt og vist Norges krones land og ledemod.” Íðan, vóru vit so ikki føroyingar tá?

Pápin:
(Situr og fær sær døgurða). Hvat sigur tú, Óli? Jú vist vóru vit føroyingar, tað hava vit altíð verið, og tað eru vit tíbetur enn.

Sonurin:
Jú men, hvussu kundu vit so samstundis vera ”et Norges krones land og ledemod og Norges riges rette medbyggere og indfødte mænd?”

Pápin:
Lat meg síggja! Jú, hetta hava skilamenn skrivað, so tað man vera rætt (grundar eitt sindur) Ja, Óli…vit vóru norðmenn. Vit eru tí betur sprotnir av góðum norskum runni, tí eru vit ikki enn av látri útskolaðir.

Sonurin:
(Hugsar) Jú, men, pápi – hví vildi Tróndur í Gøtu ikki hava Føroyar at koma undir Noreg?

Pápin:
Jú, Óli, tað komst av tí, at tá vóru Føroyar fríar! Føroyar vóru eitt land, eitt fullveldisríki, ið ikki vildi lúta fyri harðræði Haralds kongs hins hárfagra ella nøkrum øðrum kongi ella høvdingi. Tróndur bardist sum ein hetja fyri at Føroyar ikki skuldi missa sítt tjóðskaparliga frælsi. Hann var ein góður føroyingur, ein tann mætasti, vit hava átt.

Sonurin:
Men so Leivur Øssursson… hví mundi hann so geva ræðið frá sær og taka Føroyar í len frá Magnusi kongi hinum góða?

Pápin:
(Etur og grundar) Eg veit ikki, tú, eg veit ikki. Tað sá kanska ikki so gott út. Men kortini…vit gjørdust tó partur av hinum norska ríkinum, móðurland okkara, tað, ið vit eru sprottin úr frá fyrstan tíð. Skaðin var ikki so stórur kortini, Óli. Tvørturímóti. Skaðin kom fyrst, tá ið vit saman við Noreg komu undir danskt kongsvald. Tá sukku vit niður í sand og øsku. Hetta veitst tú eins væl og eg, Óli. Danskurin tók alt frá okkum, mál og mentan, jørð og ogn. Ein vísindamaður hevur roknað út, at teir gjøgnum tíðirnar hava tikið 100.000.000.000.000 ella okkurt sovorið. Tað eru tøl, ið tala.

Sonurin:
Íðan, pápi – guldu vit ikki eisini skatt til Noreg á sinni?

Pápin:
(Etur) Jú, men tað vita vit so lítið um. Tað hevði ikki so nógv uppá seg, sært tú. Tað var í hvussu er frægari enn at gjalda til Danmarkar.

Sonurin:
Pápi, her stendur, at danski komgurin Kristian ll í 1525 royndi at avreiða Føroyar til Onglands.

Pápin:
Ja, eg síggi tað. Trúlest og svikafult var hatta slagið altíð.

Sonurin:
Men um vit tá vóru komin undir Ongland, pápi? Vildi tað so ikki hóast alt verið frægari enn at vera undir donskum kongum?

Pápin:
Sjálvandi góði.  Hetland og Orknoyggjarnar fóru jú tann vegin, og har stendur jú væl til, har eru jú bæði havnir og vegir.

Sonurin:
Men tey tosa enskt, er tað ikki so?

Pápin:
Á jú – men er enskt ikki fittligt mál? Tað er í hvussu er frægari enn danskt.

Sonurin:
Men, pápi … hví helt Heindrikur kongur Vlll seg undan?

Pápin:
Á, eg veit ikki. Hann var ein blúgvur maður.. Hann vildi ikki hava eitt avreitt land…

Sonurin:
Men so stendur her, at Fríðrikur kongur lll í 1658 bjóðaði svenska konginum Karl Gustav at leggja Føroyar undur Sviaríki.

Pápin:
Stendur tað har, so er tað beint. Har sært tú sjálvur, hvussu ómenniskjansligt tað hevur farið fram ímóti okkum.

Sonurin:
Jú men, pápi – um vit vóru undir Sviaríki … hevði tað so ikki verið frægari fyri okkum enn at verða undir Danmark?

Pápin:
(Etur og hugsar) Tað mátti so verið. Sviaríki er eitt stórt ríki. Svenskararnir høvdu helst alt fyri eitt givið okkum tað fullveldi, vit høvdu uppiborið. Men Karl Gustav kongur vildi sjálvandi ikki taka av. Hann var ein heiðursmaður, hann tók ikki við skammiligum tilboðum.

Sonurin:
Men, Pápi… so kom Kielarnáttin.

Pápin:
(Heldur uppat at eta) Ja, so kom Kielarnáttin. So kom Kielarnáttin. Snakka mær ikki um. Tá hendi tað ringasta, sum enn er hent í okkara longu søgu. Tá varð Noreg avreitt til Sviaríkis, og Føroyar … Føroyar vórðu slitnar burtur úr sambandinum við Noreg. Tá seig bølaniðan yvir alt landið.

Sonurin:
Men um nú Føroyar høvdu fylgt við Noregi og komu inn undir Sviaríki, pápi? Tá hevði jú alt verið í lagi, tí tá høvdu vit enn í dag verið undir Noregi. Og í 1905 høvdu vit saman við Noregi kvett sambandið við Sviaríki og verið frælsir og fríir menn.

Pápin:
(Tegir, etur og hugsar).

Sonurin:
So hevði mangt verið øðrvísi, pápi. So høvdu vit verið norðmenn út í odd og egg. Vit høvdu ikki tosað føroyskt, men norskt.

Pápin:
Nú fert tú skeivur, Óli. Víst høvdu vit tosað føroyskt, sum vit tosa nú. Í Noregi tosaðu tey tá longu danskt.

Sonurin:
Á, ja. Men so høvdu vit ið hvussu er einki samband havt og einki sjálvstýri. Ella … vit høvdu bert havt samband, pápi. Er tað ikki so? Tí tá hevði eingin tjóðskaparrørsla verið í Føroyum. Hevði tað, pápi?

Pápin:
Tú spyrt og tú spyrt, Óli. Á nei, kanska.

Sonurin:
Og – fullveldi, pápi, tað høvdu vit ikki havt fyri neyðini.

Pápin:
So er, Óli.

Sonurin:
Og amtmaðurin hevði verið norskur.

Pápin:
Ha?

Sonurin:
Amtmaðurin …

Pápin:
Ja, eg hoyri, eg hoyri. Lat meg hugsa meg eitt sindur um.

Sonurin:
Her stendur …

Pápin:
Tig. – Nei, sært tú, Óli; um vit høvdu verið verandi undir Noregi, so høvdu norðmenn sjálvandi alt fyri eitt givið okkum fullveldi og latið løgtingið rátt í Føroyum. So vóru vit eitt føroyskt ríki, Óli!

Sonurin:
So vóru vit ikki ein norskur landslutur?

Pápin:
Vit vóru eitt føroyskt fullveldisríki, sigi eg. Ert tú við?

Sonurin:
Men um nú norðmenn ikki høvdu givið okkum fullveldi?

Pápin:
So skuldu vit tikið tað! So skuldu vit verið teimum ein líka harður kleppur sum Tróndur á sinni, tá ið hann feldi teir norsku skattauppkrevjararnar, ja, gjørdu enda á sjálvum Sigmundi Brestisyni, kongsmanninum, ið vildi týna Føroya tjóð…! Ella eins og tá vit saltaðu fútarnar niður seinni í tíðini! Føroyingurin letur seg ikki soleiðis viðfara!

Sonurin:
Pápi, nú hvøldu tygum suppuna!

Pápin: Tað verður harvið. (Hugsar) Tó, tungt hevði tað verið at barst móti frændum og skyldmonnum okkara. Tað hevði verið mest sum bróðurmorð! Nei, Óli, latið okkum vera takksamar fyri at lagnan hevur spart okkum fyri slíkt og givið okkum sambandið og javnaðarmenninar og Louisianararnar at berjast ímóti. Soleiðis skal tað vera. Tað er bara at standa stinnur. Meira enn so! – Rætt gert tú at tú spyrt og fært at vita. Tú ert eingin býttlingur, Óli, tú bregður ikki burtur úr ætt, lítli mín. Sum tú sært – ”Dagblaðið” hevur altíð grein í sínum máli.. Teir vita hvørjar dýrgripir vit eiga í 1525 og 1658, 1814 og 1906. Um 1906 ikki hevði fallið í okkara lut, so høvdu vit einki Dagblað átt, ongan Fólkaflokk, einki at gramla um, einki at reypa av. – Væl gagnist, Óli. 

………

Í maj 1944 eitur ein grein ”Eru Føroyar láturverdar?

´Líkaleiðis er tað við tí flokki, ið verður róptur radikalt sjálvstýri, ”fólkaflokkurin.” Hann hevur at kalla ikki bjargað einum dusti av tí anda, ið upprunaliga var í føroyskari sjálvstýrisrørslu. Andslívið tykist hann yvirhøvur ikki at miða ímóti – útyvir at ”Dagblaðið” nú og tá kemur við einari nýggjari føðilandsyrking, so turrgeld, at sjálvt rossini mugu tára.’

Seinasta greinin í bókini eitur ”Hægsta virði er andi.” Hon er ummæli av bókini ”Moriendo” hjá J. H. O. Djurhuus. Hetta yrkingarsavnið er um deyðan.

´Ein mildari tóni kemur tó fram her. Hugtakandi er tað millum øll hesi gravminnini eisini at finna eitt fyri Símun av Skarði; hetta er ikki ein kaldur og strunkur marmorsteinur – nei, hetta er ein jarðklettur, ið er tilgrógvin við lívsins mosa og korka, ein føroyskur steinur. Og so er innihaldið ikki um deyðans trega, men um lívsins dýrabarastu og haldbestu gávu: ungdóm og anda.’

Hægsta virði er andi –
So tú vár ungdóm vandi.

´Til síðst vilja vit av øllum alvi styðja ”Dagblaðið” í tess ráðum til øll, sum hava útkomu til tað, at keypa bókina [Moriendo]. Fært tú einki burturúr henni sjálvur, so goym hana til børnini hjá tær. Tey fáa kanska gleði av henni, tá ið tey vaksa til og verða meira vitandi enn teirra fedrar. J. H. O. Djurhuusar yrkingar hava framtíðina fyri sær.’

Heri Mohr 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo