Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Politikkur

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur uttan um samgonguna lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at avtaka okkara grundlógartryggjaðu fólkatingssessir. Í uppskotinum stendur m.a., at Løgtingið skal taka undir við, at føroysku fólkatingssessirnir verða tiknir av, og at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at fremja tingsins vilja mótvegis donsku stjórnini í hesum máli.

Løgfrøðiliga tilgongdin at avtaka fólkatingssessirnar
Í viðmerkingunum til uppskotið frá Páll á Reynatúgvi, løgtingsmanni, um at avtaka fólktingssessirnar, verður mælt til at strika orðingarnar í § 28 í ríkisgrundlógini, ið tryggjar Føroyum tveir sessir á Fólkatingi og § 32, stk. 5, ið heimilar Fólkatinginum við serligari lóg at áseta reglur fyri, nær føroyska fólkatingsumboðanin kemur í gildi ella fer úr gildi.

Ivasamt er, um tingformaðurin veit, at ríkisgrundlógin bert kann broytast sambært mannagongdini í § 88, har ásett er, at uppskot til grundlógarbroyting fyrst skal samtykjast av einum Fólkatingi.

Síðani skal tað skrivast út til nýval í øllum kongaríkinum, har øll við valrætti kunnu atkvøða um grundlógarbroytingina. Ein møguligur meiriluti fyri grundlógarbroytingini skal í minsta lagi telja 40% av teimum, sum høvdu rætt til at greiða atkvøðu.

Síðani skal tað nývaldað Fólkatingið samtykkja uppskotið óbroytt. Um tað verður gjørt, og grundlógarbroytingin verður staðfest og kunngjørd, hava vit eina grundlógarbroyting. Fyrst tá kunnu §§ 28 og 32, stk. 5 strikast.

Løgtingsformaðurin fer skeivur
Tað komiska við hesum uppskotinum er, at formaðurin vil strika ta einastu møguligu grundlógarheimildina, sum er fyri at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, nevniliga heimildina í § 32, stk. 5.

Síðani skrivar tingformaðurin í viðmerkingunum, at tørvurin á føroysku fólkatingssessunum er útvatnaður fyri langari tíð síðani. Sambært honum hava føroyskir myndugleikar yvirtikið flestu felagsmálini. Eisini her fer hann skeivur. Sambært ræðislógini eru øll niðanfyri standandi málsøki framvegis trygt í donskum hondum:

·  Brotsmálaumsorgan
·  Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum
·  Flogferðsla
·  Fólkatrygging
·  Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús
·  Ídnaðarhugverksrættur
·  Leiðarbræv
·  Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum
·  Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar
·  Sakførarastarvsemi
·  Serumsorgan
·  Útlendingaøki og marknaeftirlit

Harumframt kunnu Føroyar ikki yvirtaka niðanfyri nevndu málsøki uttan at fara úr ríkinum, tí tey viðvíkja ríkiseindini:

·  Stjórnarskipan danska ríkisins
·  Heimarætt danska ríkisins
·  Hægstarætt danska ríkisins
·  Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk og
·  Gjaldoyra- og peningapolitikk.

 Víðari skrivar tingformaðurin:

“... teir (føroysku fólkatingslimirnir) kunnu lóggeva um viðurskifti fyri borgarar í einum øðrum landi enn okkara. Hettar er jú púra burturvið, og neyvan høvdu vit góðtikið, at ríkisumboðið hevði møguleikan at gera av, hvør stjórn skipar Føroyar, ella hvør lóggáva skal vera galdandi í Føroyum. Ongantíð ov skjótt mugu vit taka støðu til og virða, at lóggávurættin í Danmark, og á tingi dana, eiga danir, og ikki føroyingar.”

Aftur her fer tingformaðurin skeivur, tí Danmark kann í prinsippinum seta danskar fólkatingslógir beinleiðis í gildi fyri Føroyar, hóast Løgtingið ikki hevur samtykt ríkislógartilmæli frammanundan. Politiskt hevði tað tó nokk verið sjálvmál, men longu tí tað ber til, skulu vit sjálvandi varðveita okkara føroysku rødd á Fólkatingi.

Fólkatingssessirnir hava stóran týdning
Tað eru fleiri dømi um fólkatingslógir, ið Fólkatingið hevur samtykt at seta í gildi fyri Føroyar, tó eftir at hava fingið samtykki frá Løgtinginum frammanundan. Her er talan um rættargangslógina fyri Føroyar; lógina um fíggjarligt støðufesti; lógina um atgongd hjá útlendingum til uppihaldsloyvi í Føroyum; lógina um blokkstuðul v.fl.

Harumframt kunnu føroysku fólkatingsumboðini vera við í viðgerðini á Fólkatingi av lógum, ið viðvíkja Føroyum t.d. innan tað uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska økið, ið gerst alsamt meiri aktuelt.

Fólkatingsumboðini kunnu eisini vera við í viðgerðini donskum lógum í Danmark - og seta donskum ráðharrum fyrispurningar - viðvíkjandi eitt nú viðurskiftum av áhuga fyri føroyingar í Danmark, herímillum føroysk lesandi s.s. spurningar um føroyafrádrátt og rættindi hjá føroyskum sjúklingum í Danmark.

Tískil er tað týðandi, at fólkatingssessirnir vera varðveittir, hóast teir kunnu kosta danska statskassanum fitt av peningi, tá ið Tjóðveldi situr á Fólkatingi, og danska trygdarapparatið skal setast í gongd í samband við vitjan á Fólkatingi av ávísum umstríddum katalonskum loysingar(vin)manni hjá Magna Arge.

Sambandsflokkurin gongur ikki við til avtøku av fólkatingssessunum
Sjálvandi fer Sambandsflokkurin aldrin at ganga við til at avtaka okkara føroysku demokratisku umboðan á Fólkatingi.

Á Fólkatingi verður lóggivið fyri Føroyar. Har verður lóggivið um viðurskifti, ið kunnu hava stóran týdning fyri Føroyar. Har verður lóggivið um viðurskifti fyri føroyingar, sum búgva  í Danmark, og fyri føroyingar sum koma í samband við danskar myndugleikar.

Hóast Javnaðarflokkurin er drigin eftir hárunum í hesari fullveldissamgonguni, vóna vit í Sambandsflokkinum, at Javnaðarflokkurin fer at atkvøða ímóti hesum uppskoti til samtyktar frá sjálvum tingformanninum.

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo