Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

Eg eri so heppin at vera giftur thailendskari konu. Vit blivu gift í Thailandi, so bæði vígslan og veitslan vóru øðrvísi, enn vit kenna tað í Føroyum.

Tað sigur Ernst Súni Magnussen, sum bleiv giftur í Bangkok við thailendskari konu. Hann hevur sagt sína søgu til netsíðuna brúdleyp.fo.

- Brúdleypið varð hildið í einum veitsluhøli í Bangkok. Byrjað varð við vígslu, sum prestur okkara leiddi, og síðani bleiv salurin umskipaður til veitsludekkað borðhald. Alt fór fram í sama høli. Vígslan byrjaði umleið kl. 18, og alt var liðugt áðrenn kl. 21. Eitt sera væl eydna og skjótt avgreitt brúdleyp. Soleiðis eru flestu brúdleyp í Thailandi.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo