Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Fyri tveimum hundrað síðani var bygt eitt stórt  heilsubótar-stað fyri múgvandi européarar  og  yvirstættarfólk við eina varmakeldu í tí belgiska býnum Spa.

Men longu í romaratíðini fyri 2000 árum síðani hevði man slíkar stórar termir ella baðstovur, oftast nær við heitar keldur.

Til býin Spa ferðaðust kongar og aðalsmenn úr nógvum londum

Tilboðini vóru oftast kelduvatn við nógvum mineralum, eksklusivt góður matur, ymisk kurbað, t.d. runubað og ymisk elting(massaga) av musklum og feitt-pútum.

Har arbeiddu bæði serkønir læknar, fysioterapeutar, eltarar, pleyirskur og ítróttarkøn fólk.

Fólk fingu eisini individuell kostráð og mat, sum var meira vegetabilskur, enn vanligt var tá í tíðini.   

Samstundis var høvi til at spáka í tí vøkru natúrparkini rundan um teir hábærsligu bygningarnar, og um kvøldið var skipað fyri fjøllbroyttum undirhaldi, dansi  og nógvum socialt-fremjandi tiltøkum.

Endamálið var sjávandi, at fólk við ymsum brekum, eitt nú astma, anæmi, podagra, alkohol-trupulleikum, yvirvekt  etc. kundu lofta sær aftur og fáa heilsubót.

Høvi var eisini til alskyns atletiskt ítriv, bóltspæl og annað.

Har var eisini eitt kasino, har tíverri nøkur gjørdust ludomanar.

Men alt í alt blivu fólk nógv betri fyri, eftir ein slíkan túr.

Skjótt komu onnur støð, sum næstan gjørdust meira kend, eitt nú Baden-Baden, har tann russiski rithøvundurin Fjodor Dostojevskij spældi seg beinleiðis á ørmundahúsið. Á fleiri av hesum støðum sóust bæði Keisarin Vilhelm og Bismarck javnliga.

Kendastu kurbað blivu helst Karlsbad og Marienbad í tí táverandi Bøhmen. Í dag eru tey partar av Tjekkalandi.

Seinni fekk man Skodsborg í Danmark, og tað er skipað eftir centraleuropéiskum fyridømum.

Í komandi tíðum, har skjótt 1/4 av fólkinum verður omanfyri 65 ár, fer at vera harðligt brúk fyri støðum við friði, idylli og kurbaði til bæði miðaldrandi, sum eru viknað og eldri, sum treingja til at lofta sær eftir eitt strævið og krevjandi  arbeiðslív.

Har hevði Hoydalur allur, sum hann er, verið eitt ideelt og einastandandi idylliskt tilboð til ALLAR føroyingar.

Í staðin fyri at man letur dalin vera til ein lítlan special-bólk, so lat hann heldur vera eitt generelt tilboð til allar føroyingar, sum fyrr ella seinni fáa brúk fyri menning, stimbrandi viðgerð og heilsubót.

Lat okkum fáa ein føroyskan pendant til tað norðursjællandska Skodsborg, og tað skal vera fyri ALT fólkið.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo