Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Vit leita eftir einum framsøknum leiðara, sum við fakligum nærlagni myndar barnaverndarøkið í Vágunum. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Endamál og uppgávur
Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

Uppgávurnar fevna m.a. um støðugt at menna tænastuna, so hon røkkur endamálinum í barnaverndarlógini, at kanna og kenna økið barnaverndartænastan virkar í, at tryggja gott, skipað samskifti við børn og vaksin, og at tryggja fakliga dygga og sakliga málsviðgerð fram móti loysnum, ið eru sum best fyri barið.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru annars:
• at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitangarliga og fíggjarliga dygt, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur, og heldur játtanina.

• at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera

• at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli

• at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum

• at tryggja fakliga menning, trivnaði og tvørfakligt samstarv í barnaverndartænastuni

• at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum 

• at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum

• at vera skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna

Førleikakrøv
Barnaverndartænastan í Vágum væntar, at umsøkjarin hevur:

• Viðkomandi, minst meðallanga(r) útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir

• Góð samstarvsevni, og er samstarvsfús/ur og fleksibul

• Jaligt lyndi og hevur førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir

• Hug og hegni til at nýta serstøku formligu karmarnar um barnarverndararbeiðið sum styrki og vernd hjá øllum pørtum

• Virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina

• Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Setanar- og lønarviðurskifti    

Starvið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við prógvum, cv, revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast:

Sørvágs kommunu
Varðagøtu 8
FO-380 Sørvági

ella til teldupostadressuna: sorvag@sorvag.fo

Umsóknarfreistin er 25. juni 2019 kl. 12.00. Umsóknin skal merkjast ”Leiðarastarv i BVT”.

Upplýsingar og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Aimé Jacobsen, forkvinnu í samstarvsnevndini á tlf. 233200 ella Eyðdis H. Niclasen, næstforkvinnu í samstarvsnevndini á tlf. 794410.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo