Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Klimaaktivisturin Greta Thunberg ávarar um eitt komandi dystopia, men við tí gongdini innan varandi orku, sum heimurin hevur verið í seinastu árini eru vit ikki á eggini til nakran undirgang.

Tað skrivar norski miðilin TU Energy.

- Tí tað sum er hent seinastu tíggju árini innan vindorku og sólorku er at undrast á. Fyri tíggju árum síðani var til dømis sólorka nakað fyri nisjumarknaðin. Í ár fer sól at levera meira enn 600 TWh við orku globalt. Tað er meira elektrisk orka enn sum framleidd verður í øllum Týsklandi tilsamans.

- Viðvíkjandi vindorku so er framleiðslan uppaftur meira undranarverd: Í 2018 framleiddi global vindorka 1160 TWh av orku, sum er øgiliga nógv.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo