Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Heilt óvanliga kalt veður hevur í seinastuni sett sín dám á fleiri statir í USA. Heilt niður í minus 49 stig eru máld, og sambært myndugleikunum kunnu minst 21 deyðsfall setast í beinleiðis samband við nógva kuldan. 

Serliga heimleys og gomul eru í vanda, skrivar Reuters.

Eitt nú er stórbýurin Chicago illa plágaður, men lýggjari veður, har hitin fer uppum frostmarkið, er á veg, siga verðurfrøðingarnir.

Umframt tey sum eru deyð hava eisini nógv fingið álvarsligan skaða av frostbiti, og eru í vanda fyri at missa hendur og føtur.

- Tá kuldin er so nógvur ganga bara heilt fáir minuttir, til tú fært álvarsligan skaða av frostbiti, sigur ein lækni við miðilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo