Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Um tú ikki heldur, at tað er neyðugt at finna eina meira umhvørvis vinaliga loysn til bilar, ella tú heldur, at alt er ílagi við at koyra bensin og diesel bilar, skalt tú ikki lesa meir. Her eru eingi argument fyri, um el bilar eru betri ella ikki fyri umhvørvið.

Um tú ivast í, um tað er rætt ella ikki, at el bila eigarar fáa nakrar sersømdir nú, meðan tað enn eru so fá, sum hætta sær at keypa el bil, skalt tú lesa meir.

El bila prísurin er nógv minkaður seinasta árið ella so. Men enn, eru el bilar nakað dýrari enn sínir bensin líkar. Eitt dømi, er ein Nissan Leaf 2018, kostar úr 322.000,- og t.d. ein Ford Focus kostar úr 249.000,- – bilarnar eru á leið sama klassa av bili. Also ein meir kostnaður um 73.000,- kr. Í løtuni kann man søkja um at fáa MVG kostnaðin aftur og tá er prísurin uppá Leaf’in um 259.000,-, t.v.s., í mun til Focus’in, ein meir kostnaður av uml. 10.000,- kr.

Afturat meir kostnaðinum av el bilinum sjálvum, kemur ein íløga í, at fáa eina løðiboks heima við hús. Hesin kostnaður er ymiskur, alt annað uppá, hvussu nógv arbeiði og tilfar, el innleggjararnir skulu gera. Men í onkrum føri hevur tað ligið um 18.500,- kr. T.v.s., so er meir kostnaðurin um 28.500,- kr.

Nú boðar SEV frá, at tað ber til, at broyta el installatiónina heima og fáa bíligari streym í millum kl. 21 og kl. 06, til el bilar og hita pumpur. Kostnaðurin av hesum, hevur verið uppi og vent og greitt er, tað svingar nógv. Eitt stað millum 3.000,- kr. til 9.000,- kr., lat okkum siga 5.000,- kr. Nú eru samlaði meir kostnaðurin komin uppá um 33.500,- kr.

Um ein vanliga koyrir um 1.320 km um mðr. og roknar uppá tølini til hesar báðar bilarnar, so kemur árligi kostnaðurin uppá bensin (pluss árliga vegskattin og eitt olju skift) at liggja um 10.667,- kr. Um ein el bila eigari velur, at brúka vanliga el takstin (í løtuni 1,89 kr.) og ikki gera íløguna fyri at kunna keypa el bíligari (og í løtuni er einki vegskattur), er kostnaðin fyri sama koyri mynstri um 5.284,- kr. um árið. T.v.s. ein sparing uppá uml. 5.383,- kr. í mun til bensin bilin.

Eftir omanfyri leisti, kemur tað at taka uml. 5 ár, inntil el bilurin hevur kosta tað sama sum sín bensin líkur, í keypi og drift rakstur. Um el bilar ikki vóru frítiknir fyri vegskatt og MVG, so hevði sama roknistykkið víst, at tað hevði tikið knøpp 30 ár, áðrenn bil keypið og vanliga drift kostnaðurin javnaði út.

Omanfyri sæst, um MVG og vegskattur ikki eru brúkt sum eggjan til, at fáa fólk at keypa el bil, so vóru tað heilt fá, sum høvdu haft ráð, at fari yvir til el bil í verandi støðu. Føroyar høvdu ikki kunna veri við, í skumpi yvir, til eina meira CO 2 vinarliga koyring.

Um nøkur ár, er vónandi nógv broytt og tað verður ikki neyðugt við slíkum eggjanum. Tí tá eru el bilar hóp framleiddir og prísurin verður hareftir. Men hetta er bara, um nóg nógvir bil eigarar byrja, at keypa el bilar nú og ikki seinri. Tí er hendan eggjan, sum politikararnir hava samtykt, nakað sum er gott og má til – og helst nakað afturat.

Í ár verður aftur politiskt val. Vælsignaði brúki tykkara atkvøðu til politikararnir, sum hava eina greiða meining um, at vit í Føroyum mugu gera okkara fyri, at flyta okkum øll, til eina meiri varandi orku, sum dálkar minst møguligt. El bilar er ikki loysnin, men ein partur av eini størri loysn. Í dag, sum í morgin, er ein val dagur, ein val dagur har vit kunnu royna, at taka upplýstar avgerðir um, hvat vit keypa, hvat vit eta, hvat vit gera – status quo ella nýhugsan...

Justin Philbrow
Toftir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo