At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Eysturkommuna: El-talvuvirkið í Norðragøtu hevur í vikuni leverað sín størsta ordra av el-talvum, síðan fyritøkan byrjaði í 1982. Talan er um 7 el-talvur, ið eru tilsamans 26 metrar langar, til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík, ið sigst vera heimsins størsta smoltstøð.

Allar el-talvurnar eru framleiddar á verkstaðnum í Norðragøtu. Talvurnar, ið m.a. innihalda heili 5 tons av kopari, skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum til heimsins størstu smoltstøð, ið verður 20.000 m2.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo