Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Altjóða eldradagur verður fríggjadagin 4. oktober 2019. Dagurin verður settur á Perlutorginum við Tórsgøtu, har Annika Olsen, borgarstjóri, og Katrin Holm, forkvinna í Eldraráðnum, fara at halda røðu. Aftaná verður fimleikur.

Fleiri tiltøk eru síðan gjøgnum dagin. Frá 10.45 er drekkamunnur og prát í Ebenezer, har Beinta Háberg spælir klaver. Aftaná verður tosað um gallupkanningina um tey eldru, har Laila Hentze frá Gallup fer at innleiða, umframt at Eyðfríð Jacobsen, stjóri í Heilsu- og Umsorganartænastuni, fer at greiða frá teirra áskoðan á kanningina.

Eftir døgverðan er evnið í Ebenezer “Virkin og vakin”, har Henning Bøgesvang, prestur, fer at tosa um at vera virkin alt lívið. Ælabogin fer at spæla og Jákup Bogi Joensen fer at hugleiða um uppsøgn vegna aldur. Kl 15 er matiné í dómkirkjuni.

Kl. 17 verður filmurin “Still Alice” sýndur í Havnar Bio. Oscarvirðislønti filmurin snýr seg um eina kvinnu, sum fær staðfest alzheimerssjúkuna. Kl. 20 spælir Harmonikuliðið á Reinsarínum, Heri Simonsen hugleiðir um “skemtiligt afturhvarv”. Síðan verður felagssangur og harmonikutónar og Bergun Kass fer at enda dagin.

Serlig matartilboð eru henda dagin fyri øll luttakandi, sum eru 60 ár og eldri, á Hotel Hafnia, Hvonn Brasserie og í Posthúskjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo