Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Eg kann sissa tey atfinningarsomu, sum meina, at eldraøkið eigur at verða lagt aftur til landið at fyrisita, tí kommunurnar ikki megna tað, við at upplýsa, at ongantíð hevur so nógv og áhaldandi menning verið av tænastunum á eldraøkinum sum nú, kommunurnar hava fingið ábyrgdina.

Leingi varð tosað um at leggja kommununum eldraøkið, áðrenn tað loksins 1. januar í 2015 varð flutt frá landi til kommunurnar at fyrisita. Longu í 2002 mælti serfrøðingabólkurin, sum skrivaði sonevnda Eldraálitið, til, at eldraøkið varð lagt til kommunurnar.  Stutt eftir fóru fyrireikingar í gongd at flyta økið til kommunurnar, men orsaka av nývali, varð ætlanin av ongum tá. Í 2009 varð enn eitt tilmæli gjørt um at gera eldraøkið kommunalt, og eftir hetta fóru land og kommunur undir at fyrireika seg til at ávikavist at flyta og taka ímóti økinum. At nógvir manglar vóru í fyrireikingunum, og at landsins myndugleikar royna at flyta annað enn tað avtalaða til kommunurnar, eins og at fíggjarmálaráðið ikki heldur gjørdar avtalur um fígging, tað er onnur søga, sum vit ikki skulu nerta við her. 

Tá eldraøkið í 2015 varð lagt til kommunurnar, var stórur munur á tænastum og tænastustøði kring landið. Ónøgd var fyri tað mesta um tænastuna, sum hvørki hevði veruliga politiska raðfesting ella var nóg væl samskipað við aðrar tænastur. Ógreiða ábyrgdarbýtið millum land og kommunur gjørdi, at eingin veruliga kendi seg eiga ábyrgdina, ella at hava skyldu til at fáa tað at virka nøktandi, og tí varð økið heldur ikki  raðfest so høgt, sum tað átti.

Nú kommunurnar hava fingið ábyrgd av økinum, er øðrvísi statt.  Eldraøkið hoyrir til hjartamálini hjá øllum kommunum. At so er, síggja vit á nógva arbeiðinum, sum longu er gjørt at menna verandi og nýggjar tænastur og skapa samanhang millum tey tilboð, sum verða veitt. 

Nøgdsemiskanningar eru gjørdar millum brúkarar, avvarðandi og starvsfólk, frágreiðingar og framskrivingar verða gjørdar  so vit vita, hvat vit skulu menna, so tilfeingið kann verða gagnnýtt á skilabesta hátt. Arbeiðsorkan verður løgd um, soleiðis at sum mest av tænastum fæst fyri hvørja krónu, samstundis sum at okkara dugnaligu starvsfólk gerast nøgdari, og sum av tí sama veita enn betri tænastur.

Tey atfinningarsomu kunnu valla vita, hvat tey tosa um, tí kommunurnar hava bert havt ábyrgdina av eldraøkinum í eitt gott ár og eru tí langt frá komnar á mál – men vit eru væl á veg!

Eldralógin (lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m.) ger greitt, hvørjar tænastur kommunurnar skulu veita, og eftir hvørjum meginreglum, so øll hava grundleggjandi somu rættindi; men tað er ymiskt, hvussu hetta verður fatað og útint í teimum ymisku kommununum – og soleiðis skal tað eisini vera, so leingi sum allar halda grundleggjandi støðið.

Umstøðurnar at liva og virka eru ikki eins kring landið – heldur ikki sum gamal. Fjølbroytnið, sum er millum lívið í høvuðsstaðnum og lívið á bygd, har náttúran enn í stóran mun avger dagin, er m.a. tað, sum ger landið ríkt og vert at búgva í. - Soleiðis skal tað eisini vera, tá vit gerast gomul. Fjølbroytt tilboð, sum eru lagað til umstøðurnar á staðnum, og sum eru natúrlig framhald av tí lívi, vit hava livað, og sum vit tí kenna okkum aftur í, vísa seg at skapa størsta tryggleikan á ellisárum.

Veruligu avbjóðingarnar eru ikki, hvørt tað er land ella kommunur, sum fyrisita vælferðatænasturnar.

Størsta avbjóðingin er fólkasamansetingin: Vit eldast støðugt. Við árslok í 2012 búðu sambært Hagstovu Føroya gott 6.600 fólk yvir 67 ár í Føroyum. Í 2032 vera vit gott 10.000 yvir 67 ár, um annars til- og fráflyting og deyðatalið vera nøkulunda óbroytt. Samstundis broytist lutfallið millum borgarar, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum í mun til borgarar, sum ikki eru virknir á arbeiðsmarknaðinum frá 3-4 í dag til bara 2 virknar fyri hvønn, sum ikki er virkin á arbeiðsmarknaðinum í 2032.

Verður hetta gongdin, stendur okkara vælferðarsamfelag fyri sera stórum avbjóðingum. Skulu vit varðveita sama góða tænastustøði til okkara eldru borgarar – og øll onnur við – so krevur tað, at vit endurhugsa mátan, vit veita tænasturnar, mátan vit fíggja tænasturnar, og mátan vit býta tænasturnar.

Vit skulu jú veita tænasturnar við nógv færri hondum á arbeiðsmarknaðinum og samsvarandi færri skattaborgarum.

Avbjóðingarnar vera ikki bara galdandi fyri tænastur á eldraøkinum, men eisini tænastur frá heilsuverkinum. Og hetta eru avbjóðingar, sum eru uttan mun til, um tað eru kommunur ella landið, sum fyrisita økini.

Tíbetur er størsti parturin av okkara eldru borgarum væl fyri og virkin í samfelagnum. Her kunnu kommunurnar veruliga gera mun við at hjálpa til við tilboðum, sum skapa møguleikar fyri, at parturin av eldri borgarum, sum eru væl fyri, verður enn størri og meira virkin á enn fleiri økjum.

Tað er so sjálvsagt, at eldri fólk, sum eru væl fyri, gera sítt góða íkast til økið sum vitjunarvinir – bæði á bústovnum og heima hjá teimum, sum tíverri ofta sita í nívandi einsemi. Slíkari nýskapan og nýhugsan man munandi meira rúm vera fyri hjá kommununum og kommunalum samstørvum, enn í einum toppstýrdum landsstovni.

Tað er í nærøkjunum vit kenna tørvin, og tað er í nærøkjunum vit dagliga liva, virka og leggja okkara skapanarmegi. Tí er tað eisini í nærøkjunum, vit eiga at fyrisita tey mál, sum viðvíkja okkara gerandisdegi. Tí bert í nærumhvørvinum ber til at vita, hvat er best akkurát her. Tí er tað rætt, at kommunurnar fyrisita eldraøkið.

Tann, sum í ramasta álvara ætlar,  at øll í landinum skulu hava júst tær somu tænasturnar á sama hátt, má gera sær greitt, at so fáa øll ið hvussu so er ongantíð tað, teimum tørvar, tí vit eru so ymisk, tíbetur.

–  Men rætt skal vera rætt: er meiningin veruliga, at øll í landinum skulu hava somu tænastur á sama hátt, so eru tað ikki kommunurnar, sum skulu varða av uppgávunum. Kommunurnar seta hinvegin æru í at veita fjølbroyttar tænastur á eldraøkinum, sum hóska til tørvin á staðnum. Og tær verða enn betri og enn meira fjølbroyttar.

Heðin Mortensen
Formaður
Kommunufelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo