Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tann 1. januar 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita við einum posa av pengum frá landinum, sum var ov lítil.

Undirfíggingin av hesum nýggja og stóra málsøki hevur frá byrjan verið ein avbjóðing hjá Tórshavnar kommunu.

Men avbjóðingina at umsita eldraøkið hevur kommunan tikið upp á seg, og hendan ábyrgd skal takast í størsta álvara bæði fíggjarliga, fakliga og menniskjaliga.

Eldraøkið er eitt stórt og komplekst øki, sum krevur holla vitan um m.a. vanliga eldrarøkt, sjúkrarøkt, uppvenjing, umlætting og dagtilboð av ymsum slag.

Til tess at veita hesar tænastur krevst nóg mikið av starvsfólkum við viðkomandi fakligum førleikum. Hetta kunnu vera sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, heilsuatstøðingar, fysioterapeutar og ergoterapeutar.

Í Tórshavnar kommunu er í løtuni tørvur á 50 røktarheimsplássum, hóast stutt tíð er liðin, síðan Boðanesheimið læt upp. Hetta er ein avbjóðing.

Nógv fleiri, sum ikki hava tørv á júst einum røktarheimsplássi, hava tørv á heimatænastu.

Heimatænastan er ein umráðandi liður í strembanini eftir, at fólk kunna vera heima sum longst.

Javnsettir borgarar
Málið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, ið situr við eldraøkinum, er, at eldri borgarar skulu vera virknir sum longst.

Borgarar, sum eru komnir upp í árini, eru eitt tilfeingi, sum við tilboðum og røkt skulu røkjast á sama hátt sum allir aðrir borgarar, ljóðar fyrsta boð í málsetninginum hjá tænastuni.

Málið er at menna tænastur til eldri borgararnar, sum hóska til teirra tørv. Hesin tørvur kann vera ymiskur – alt frá vanligari heimahjálp til tunga sjúkrarøkt.

Eldraøkið í Tórshavnar kommunu verður eitt stórmál í næstu býráðssetu, sum Tjóðveldi ætlar at arbeiða miðvíst fyri at menna.

Kommunan veksur alsamt, og vit verða fleiri eldri. Dugnalig fakfólk og góðar leiðslur skulu hava nøktandi politiskan stuðul til at menna eldraøkið, so málini á økinum verða rokkin.

Nú krevst, at fólkið – og ikki bara betongið – verður sett fremst í kommunalu avgerðunum.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo