Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vágatíðindi

Hvannrók: Tá tú skrivar um kappróður og gongur millum rógvarar, kanst tú eygleiða mangt áhugavert. Havi skrivað um kappróður síðani í 1980 -árunum, og mær dámar so væl hesa ítróttagrein.

Í 2004 legði eg til merkis til eina unga gentu úr Miðvági, sum sat á lærinum umborð á Frúnni. Hugsaði beinanvegin, at her er nakað heilt serligt við hesi gentu, sum eg seinni eisini fekk staðfest. Hjá mær er lætt fáa samband við ítróttafólk og skriva samrøður, men við Saritu gongst verri.

Royndi í fjør og royndi aftur í ár, men Sarita hevur so nógv um oyruni, at einki bleiv skrivað. Til tess at fáa at vita eitt sindur meira um ungu eldsálina úr Miðvági, havi eg tosað við pápa Saritu Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag. Havi spurt hann, hvussu er við Saritu og kappróðri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo