Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen

Talan er um tangaskipið "Front Altair" og tað skal vera rakt av eini torpedo útfyri Oman. Samstundis frættist eisini frá einum øðrum tangaskipi, "Kokuka Courageous" sum er skrásett í Panama. Har er eisini eldur í.

Norska skipið er lastað við 75.000 tonsum av oljuúrdrátti.

Amerikanski herflotin er staddur har í nánd, og sagt verður, at fleiri herskip eru á staðnum ella á veg til staðið. Amerika leggur Iran undir at sabotera oljuflutningin í økinum.

Oljuprísurin er dýrkað sløk fimm prosent av hendingini í morgun.

Fylg við beinleiðis á VG her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo