Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: - Ísrael hevur eitt sterkt U21-landslið. Teir hava spælt tríggjar dystir í ár, harav tann eini var undankappingardystur á útivølli móti Kasakstan, sum Ísrael vann 2-1. So hetta verður enn ein trupul uppgáva, men okkara mál er fyrst og fremst, at vit skulu reisa okkum.

Soleiðis sigur Eli Hentze, høvuðsvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystin á útivølli móti Ísrael týsdagin 15. oktober.

Ein spælari er við hesaferð, ið ikki hevur verið við U21-liðnum fyrr. Talan er um Andrias Edmundsson, ið er sáttmálabundin við Sunderland FC í Onglandi.

Hópurin
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)
Ólavur Niclasen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Hugin Samuelsen, B36
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads Boe Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Bjarki Nielsen, AB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo