Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Føroyskt Íslandsrossafelag: Í døgunum 12. til 15. juli verður DM fyri íslandsross á stóru breytinum í MesseCenter Herning. Hetta er kapping á altjóða støði, ið verður fyriskipað av Dansk Islandshesteforening.

Ein av trúgvu luttakarunum til hesa kapping er føroyska Elin Virgarsdóttir Tindskarð. Elin sum býr í Horne beint uttanfyri Hirtshals, hevur í nógv ár kappast við íslenskum rossum á hægsta støði, skrivar heimasíðan Føroyskt Íslandsrossafelag.

Elin greiðir frá at hon hevði ætlanir um at luttaka í NM, sum í ár verður í Svøríki. Men av tí at tey vóru fyri tað vanlagnu, at besti kappingarross hennara, Hølkvir doyði í vetur, so vóru tær ætlanar lagdar á hyllina. 

Nú fer hon so at dystast til DM við hesti sum hon sjálv hevur alt, Bassi frá Tindsgarði.

Elin sigur at Bassi er ein fínur hestur, men heilt á støðinum hjá Hølkvi er hann ikki.

Tí hevur hon valt at royna hann til DM, heldur enn at fara til NM. Vónirnar um heiðursmerkið, eru tí kanska ikki tær heilt stóru, men um Bassi og Elin raka dagin, so kann alt henda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo