Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Vegna limir okkara í Sjúkrahúsverki Føroya vilja undirritaðu fakfeløg gera vart við at vit ikki góðtaka at HiMR brýtur bæði sáttmálar og almennan starvsfólkapolitikk.

Í sambandi við stjórasetanir í sjúkrahúsverkinum hevur ráðið til síðissett galdandi reglur fyri skipan av setanarnevnd, og hevur sett eina setanartnevnd har hvørki starvsfólk ella álitisfólk eru umboðaði.

Hendan avgerð bleiv tikin í HiMR, sjálvt um álitisfólk í Høvuðssamstarvsnevndini vendu sær til HiMR áðrenn setanarnevndin og setanartilgongdin bleiv sett i verk!

Hetta er brot á bæði sáttmálar og almennan setanarpolitikk, og kann ikki góðtakast. Tí krevja undirritaðu fakfeløg at setanartilgongdin byrjar av nýggjum og at ráðið fylgir ásetingunum í sáttmálunum og almenna starvsfólkapolitikkinum.

Í tí almenna starvsfólkapolitikkinum stendur m.a.:
 
”Setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður. Í setanarnevndini skulu verða umboð fyri leiðslu og starvsfólk, t.d. umboð fyri ávísar starvsbólkar, ið viðkoma starvsøkinum, og álitisfólk.”

….

Góð tíð skal verða sett av til at viðgera umsóknirnar.”

Vísandi til svarskriv frá HiMR til starvsfólkasíðuna í Høvuðssamstarvsnevndini fyri Sjúkrahúsverk Føroya, dagfest 14. mai 2019, stendur:

“Heilsu- og Innlendismálaráðið skal upplýsa, at ráðið í hesum føri hevur avgjørt at manna setanarnevndina við umboðum úr stjórnarráðum, leiðslupersónum umboðandi sjúkrahúsini og umboð fyri verðandi leiðslutoymi fyri Sjúkrahúsverk Føroya, soleiðis at talan er um umboð, sum viðkomandi stjórar skulu vísa til uppeftir, eru á linju við ella sum vísa beinleiðis til viðkomandi stjórar. Sostatt er setanarnevndin mannað við umboðum fyri leiðslu og starvsfólkum, ið viðkoma starvsøkinum sambært setanarpolitikki landsins”

Fakfeløgini standa spyrjandi yvirfyri hesari útsøgn frá HiMR . Meinar HiMR veruliga at forstjórin og stjórar fyri Sjúkrahúsverk Føroya bert skulu samstarva uppeftir til aðalráðið og ikki við starvsfólkini sum stjórin er settur at leiða?

Í sáttmálum stendur:

”Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at gera.”                      

At starvsfólk í HiMR halda at man kann tilsíðis seta almenna starvsfólkapolitikkin og sáttmálar við at senda starvsfólkaumboðum eitt skriv har tey eru:  

“…sinnað at bjóða einum umboði fyri høvuðssamstarvsnevndina á fund í ráðnum, har umboðið fær høvi til at gjøgnumganga tilmælini til stjórar og forstjóra saman við aðalstjóranum.”


síggja fakfeløgini sum eina háðan av starvsfólkunum.

Undirritaðu fakfeløg vilja enn einaferð biðja Heilsu- og Innlendismálaráðið virða galdandi reglar og lata setanartilgongdina ganga av nýggjum.

Bioanalytikarafelagið
Maskinmeistarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Starvsmannafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Radiografar í Føroyum
Fysioterapeutfelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsurøktarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo