Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Vegna vánalig floglíkindi lendi SAS ikki í dag, og tí hevur verður neyðugt at broyta dystarskránna í morgin, fríggjadagin, tí Luxembourg var við hesum flúgvaranum.

Flúgvarin verður vantandi ikki í Føroyum fyrr enn klokkan 16,45 í morgin, leygardagin.

Føroyar og Ísland eru ásett at spæla klokkan 19,00, og hetta verður ikki broytt, men dysturin millum Skotland og Luksmborg, sum skuldi vera klokkan 16,00, verður ístaðin leiktur klokkan 21,00, ella beint eftir dystin millum Føroyar og Ísland.

Føroyska liðið hevur sína seinastu venjing klokkan 15,00 í dag fram til 16,30, og síðani verður farið á Hotel Føroyar at fyrireika seg til dystin í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo