Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

U 20 landsliðið eftir venjingina í morgun

Eftir dystirnar í gjár hevur Føroyar lagt seg á odda í kappingini hjá U 20 dreingjunum í Havn eftir at dreingirnir vunnu 3-1 á Íslandi í gjár. Føroyar hava 3 stig og tað sama hevur Luksemborg, men føroyska liðið hevur betri málmun. 

Men í dag er aftur ein nýggjur dagur – og mótstøðan er í dag Skotland, sum í gjár tapti 3-1 í móti Luksemborg – men settini vóru jøvn.

Styrkin hjá Skotlandi er álop gjøgnum miðjuna á vøllinum, og tað er har teir vinna flestu stigini. Tann eini leikarin er 204 cm, so tað er hesin persónurin sum Føroyar skulu stoppa.

Føroyar spæla ímóti Skotlandi klokkan 17,00 í dag.

Dysturin verður eisini stroymdur her:
https://www.youtube.com/watch?v=KtJ0Nu_TomM

Klokkan 14,00 í dag spæla Luksemborg og Ísland. Eisini hesin dysturin kann síggjast á stroymingini:
https://www.youtube.com/watch?v=n5DsVKNJBFg

Annars kann vísast til hesa síðuna á CEV heimasíðun viðvíkjandi støðum og statistikki v.m.:
http://www.cev.lu/Competition-Area/competition.aspx?ID=1061&PID=1592

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo