Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

Tað gjørdist sera spennandi í Sofia leygarkvøldið, tá Frakland og vertirnir úr Bulgaria møttust í semifinaluni hjá monnum um Evropeiska meistaraheitð hjá monnum.

Bulgaria kom best frá byrjan, og vann tey bæði fyrstu settini.

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum var í høllini sigur, at stemningurin og larmurin var øgiligur frá teimum 12.500 áskoðarunum, og at hann ikki hevur upplíva tílíkt áður.

Og serliga 3. settið gjørdist spennandi við tað, at Bulgaria hevði vunnið tey bæði fyrstu. Men alt 3. setti førdi Frakland, men seinast í settinum kláraði Bulgaria at koma upp á javnleik - men við stríð og strev vann Frakland 26-24.

4. settið vann Frakland nøkulunda trygt 25-21. Magnus Tausen sigur, at Bulgaria, sum tvey tey fystu settini hevði spælt sum eitt lið, fór meira og meira í upploysing, so vónirnar til 5. setti vóru ikki góðar hjá Bulgaria.

Men í 5. setti kom Bulgaria aftur best frá byrjan og førdi tá liðini skiftu síðu, men so kom Frankaríkið framum, og vann settið 15-12, og harvið dystin 3-2.

Hin semifinalan var millum Slovenia og Italia. Slovenia vann 3-1 (25-13, 23-25, 25-20 og 25-20).

Finalan verður sosatt millum Slovenia og Frakland sunnudagin 18. Oktober kl. 18,45 føroyska. Dysturin um 3. plássið verður kl. 15,30.

Tað ber til at fylgja dystunum live-score á cev.lu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo