Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í einum tøttum dysti vann Ísland fyrsta dystin í kappingini, sum um vikuskiftið verður í høllini á Hálsi.

Dystuin var ímóti Skotlandi og vann Ísland 3-1. Settini endaður 25-19, 22-19, 23—25 og 22-25.

Undan dystinum bjóðaði Turið Horn vegna Tórshavnar kommuna gestunum vælkomnum og setti kappingina.

Klokkan 17,30 skulu Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kappingini. Hann verður ímóti Grønlandi.

Dysturin kann síggjast her: http://fbf.fo/em--menn-2019

Dystarskráin verður henda í morgin:

Leygardag 5. oktober
Kl. 16.00 Ísland - Grønland
Kl. 19.00 Skotland - Føroyar

Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo