Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Settini endaðu 22-25, 20-25, 30-28, 22-25

Føroyar byrjaðu best í fyrsta setti, og vóru á odda í byrjanini, men so stopaði upp, og skotar otaður seg spakuliga fram um. Fyrsta settið endaði 25-22 til Skotland. Eisini annað settið vann Skotland, og førdi alt settið.

Í triðja setti gjørdist javnt móti endanum á settinum, og liðini skiftust um at hava settbólt, men endin gjørdist, at Føroyar eftir 28 minuttir, vann settið 30-28.

Í triðja setti fylgdust liðini til miðjuna av settinum, men so fóru skotar framum, og foroyska liðið megnaði ongantíð rættuliga at hótta mótstøðuliðið. Skotland vann settið 25-22 og harvið dystin 3-1.

Vónin ikki farin enn
Um fyrsta plássið skal røkkast, so er kravið, at Føroyar í morgin vinna dystin ímóti Íslandi 3-0. Hetta gevur 1. plássið. Vinnur Føroyar 3-1, so verður bóltmunurin uppgjørdur, fyri at finna møguligan vinnara.

Føroyar spæla klokkan 17,00 í Høllini á Hálsi.

Dysturin í kvøld kann síggjast og hoyrast á hesu leinkjuni.

http://fbf.fo/em--menn-2019

Dystarskráin verður henda restina av kappingini:

Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo