Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Fyrsti dysturin hjá U 19 kvinnunum í Liktenstein verður klokkan 12,00 í dag í móti Skotlandi.

Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið,

Eisini ber til at fara inn á facbook-vangan hja flogbóltssambandinum í Liktenstein, har dysturin eisini verður vístur.

https://www.facebook.com/Liechtensteiner-Volleyballverband-LVBV-237569689958292/

Í apríl 2016 spældi Føroyar eisini ímóti Skotlandi, og serliga tvey tey fyrstu settini vóru jøvn, hóast at liðið tapti 3-0:  27-29, 24-26 og 17-25.

Føroysku venjararnir - Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen- meta, at liðið í dag er sterkari enn fyri tveimum árum síðani, men gera eisini vart við, at hini liðini eisini broytast!

Umframt Føroyar eru hesi lið í bólkinum: Liktenstein, Luksemborg, Skotland og Wales.

Mánadagin klokkan 15.00 spæla Føroyar ímóti Luksemborg. Týsdagin spælir liðið tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.

Á føroyska liðnum eru:

Úr Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar

Úr Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen

Úr TB:
Sára Maria Johansen

Úr KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen

Úr SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo