Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Ikki kann sigast annað, enn at føroyska liðið var vaknað, tá tær í morgun klokkan 09,00 spældu fyrsta dystin í Liktenstein ímóti vertunum.

So, um tær fingu armarnar niður í gjár, tá tær taptu ímóti Luksemborg 3-1, so eru armarnir komnir upp aftur í morgun!

Liktenstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U 19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14.

Liðið liggur nú á 2. plassi við 6 stigum við sigrum á Skotlandi og Liktenstein.

Seinni í dag ella nærri ásett klokkan 15,00 skulu Føroyar spæla seinasta dystin í kappingini – hesin er ímóti Wales, sum higartil einki sett hevur vunnið í kappingini.

Ein annar avgerandi dystur verður eisini spældur klokkan 12,00, tá Luxemborg og Skotland møtast – hesin kann eisini verða avgerandi fyri endaligu støðuna, um t.d. Skotland vinnur henda dystin. Fylgjast kann við hesum dystinum á www.fbf.fo.

Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið,

Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltsamband Føroya – www.fbf.fo, har dysturin eisini verður stroymaður.

Á føroyska liðnum eru:

Úr Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar

Úr Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen

Úr TB:
Sára Maria Johansen

Úr KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen

Úr SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen

Føroysku venjararnir eru: Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo