Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

Tað verður ein norðurlendsk grannauppgerð millum Danmark og Svøríki í stríðnum um eina av teimum fýra EM-billettunum.

Tað danska fótbóltslandsliðið møtir Svøríki í tveimum playoff-dystum um eitt pláss til EM í Fraklandi næsta summar. Dystirnir verða leiktir í november, skrivar TV2.

Í hinum trimum playoff-dystunum møtast Ukraina-Slovenia, Bosnia-Írland og Noreg-Ungarn.

Fysta playoff-umfarið verður 12., 13. og 14. november, meðan returdystirnir verða leiktir 15., 16., og 17. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo