Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Krutl

Stóra finalan í Stella Polaris varð hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 2. februar.

Teir seks finalistarnir framførdu í tilsamans tveir tímar, og hareftir brúkti dómsnevndin ein knappan tíma um at finna vinnararnar.

Ársins vinnari gjørdist trompetleikarin Ernst Dánjalsson Remmel.

Nr. 2 gjørdist saksofonspælarin Kristina Thede Johansen. Nr. 3 gjørdist gittarleikarin Hjalti Bogason Støylen. Hinir finalistarnir vóru Ári Berghamar Danielsen, slagverk, Jósef Zachariassen, klaver og Andrias Blaasvær, violin.

Í bólkinum 14 til og við 18 ár tryggjaði Vár Iversen Lindenskov, sello, sær fyrstu virðislønina. Nr. 2 gjørdist Sanna Bæk Hoydal, sangur, og nr. 3 gjørdist Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, violin.

Í bólkinum til og við 13 ár deildust Marta Sofía Østerø og Nancy Nónskarð Dam um aðru virðisløn, meðan Natali Reginsdóttir í Dali, violin, fekk fyrstu virðisløn. 

Musikkskúlanevndin ynskir øllum luttakarunum tillukku og takkar øllum sínum stuðlum. Ein serstøk tøkk fer til høvuðsstuðlarnar Betri og Norðurlandahúsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo