Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Hettar er ein av teimum stóru avbjóðingunum vit hava í felagnum. Tá fólk hava starvast í eitt áramál koma tey á endastig í lønarstiganum, og har vera tey hangandi. Nøkur verða flutt víðari upp við at starvið verður mett í starvsmetingarnevndini, og onnur sleppa longur upp, tá vit samráða okkum til betri sømdir undir sáttmálasamráðingum. Men stórsti parturin av limunum hanga har tey eru. Av tí at okkara limir eru so trúgvir á arbeiðsmarknaðinum, so hava tey flestu verði leingi á almenna sáttmálaøkinum, og harvið langtsíðani nátt endastig.

Hvat kann gerast fyri at broyta hettar?

Flytingar ímillum flokkar
Felagið er byrja at betra um stigaskipanina, við at flyta nakrar av teimum ovaru bólkunum uppeftir, og harvið gera pláss í stiganum til at flyta teir niðaru sama veg.

Nýggj almenn lønarskipan
Hettar hevur verði eitt ynski í longri tíð, tí verandi skipan er gomul og stirvin. Tú verður innsettur í ein flokk, og ringt er at sleppa uppum, tá tú einaferð er komin á endastig. Ein nýggj almenn lønarskipan krevur at fleiri partar einast um hvussu hon skal gerast. Hini fakfeløgini og sáttmálapartarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum mugu vera við í arbeiðinum. Hettar er eitt veldigt tak hjá øllum pørtum, og tí mugu vit fara í holt við tað sum skjótast. Í sáttmálanum við FMR frá 2015 stendur, at vit skulu fara undir arbeiði í hesum sáttmálaskeiðnum. Landsstyriskvinnan var jalig fyri hesum, so vit mugu smíða meðan jarnið er heitt.

Førleikamenning

Tann einstaki kann betra um sína lønarstøðu við at førleikamenna seg. Hettar er ein útsøgn, sum ikki altíð er sonn. Vit hava orðingar í sáttmálanum, sum binda sáttmálapartarnar til at gera ætlanir til førleikamenning fyri tað einkulta starvsfólki, men hesar vera ikki altíð fylgdar. Nakrir stovnar hava fingið í lag góðar ætlanir fyri førleikamenning, men fleirtalið hevur ikki.

Tað sum eisini manglar í hesum ætlanunum er lønin til starvsfólkið, sum tekur øll hesi áløgdu skeið og útbúgvingar. Tað má vera eitt lønarískoyti til starvsfólkið, tí tað hevur dagført sína vitan munandi, og er harvið vorði nógv meira virðismikið fyri arbeiðsgevarin at hava. Í sáttmálanum við FMR stendur hettar:

“Stk. 4. Førleikaviðbøtur. Førleikaviðbót kann latast fyri eftirútbúgving. Hesar viðbøtur eru førleikagevandi og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal útbúgvingin verða kravd og eftirútbúgvingin skal verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um starvsfólk hava tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bara ein viðbót latin. Er starvið parttíðarsett, verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.

Eftirútbúgving 120 tímar:         750,00 kr.
Eftirútbúgving 160 tímar:     1.000,00 kr.
Eftirútbúgving 200 tímar:     1.250,00 kr.”

Ásetingarnar eru har, men treingja til betringar. Hví skal bert tann eina eftirútbúgvingin geva viðbót? Útbúgvingar verða nú máldar í ECTS stigum, og ikki í tímum. Og upphæddirnar eiga ikki at vera statiskar, tí tær missa virði sum tíðin gongur.

Vit skulu hava skipaða førleikamenning fyri øll starvsfólk, og sjálvandi hartilhoyrandi lønarhækking. Hesi bæði fylgjast. Betri førleikar, betri løn og betri tænastu til allar føroyingar.

Endastig skal ikki verða endin á lønarmennigini hjá tí einstaka. Vit mugu fáa onnur kriterii inn í lønarásetingina.

Hesum vil eg arbeiða fyri. Set tí tín kross við Niels á Reynatúgvu.

Gott val
Niels á Reynatúgvu – Formansvalevnið til Starvsmannafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo