Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Lesarin skrivar

Fyri tveimum vikum siðani stillaði Bill Justinussen okkara løgmanni, Aksel Johannesen ein relevantan spurning, um hvat Landsstýrið ætlar at gera í sambandi við, at Magni Arge av sínum eintingum hevur boðið  tí catalanska útisetanum Puigdemont at ferðast í Føroyum til várs, tí hann kanska keðir seg eitt sindur í Bruxelles, har eingin officiellur instansur vil síggja hann.

Man má siga, at løgmaður svaraði  ógvuliga greitt, týðuliga og hvassorðað, at Landsstýrið avgjørt EINKI  ætlar at gera í hesum sambandi. 

Puigdemont er als IKKI gestur hjá Landsstýrissamgonguni.

- Landsgongan fer tí heldur ikki officielt at taka ímóti útisetanum, sjálvt um hann mátti ynskt tað.

Hann sleppur altso hvørki í Tingnes, Løgting ella nakran annan almennan stovn sum annað enn ein privatur turistur.  

Hetta var greið og djørv tala av okkara løgmanni, sum harvið óbeinleiðis hevur karakteriserað  Puigdemont "persona non grata", sum kann forpesta tey annars higartil problemfríu viðurskiftini millum Spanien og Føroyar.

Poul Michelsen  úr Uttastovu hevur heldur ikki tort at kvett í tvey um tann catalonska turistin.

Henda stálsetta løgmans-attituda fær nógvar strævnar og stórar avleiðingar fyri okkara upploysingarmenn, Magna Arge & co.

Hvørki politivaldið, sjóverjan, "skótarørslan" ella "Frelsens hær" kunnu nú útkommanderast til at ansa eftir trygdini hjá  tí catalonska útisetanum.

Vit kunnu heldur ikki vænta nakran markantan "gorilla"-stuðul frá PET móti eventuellum terrorist-tiltøkum.

Magni noyðist tí heilt einsamallur at rekvirera  privatar herðabreiðar "gorillur" til at verja Puigdemont, bæði á flúgvuplássi og á ferðini til Havnar.

- Útisetin má eisini fáa eitt sterkt vaktarlið um náttina, har sum hann gistir.

Alt hetta verður ikki bíligt at loysa fyri loysingin, Magna. 

So er tað kost & logi til catalonaran, men Magni hevur eftirhondini tømt næstan allar tøkar danskar kassar, og vit skullu ikki vænta, at republikanski partakassin orkar at fíggja uppihaldið.

Húsaneydin er óhugnaliga stór í Havn og hotellini eru alt for dýr fyri Magna.

Men tann kræsni útisetin, sum í løtuni situr væl í Bruxelles, fer valla at noyðast við eitt kjallarahøli  at búleikast í. 

Magni noyðist sjálvur at reiða útisetanum eitt hábærsligt og hóskandi ból, og tað má helst vera í tí allarbestu stovuni hjá Arge-familjuni.

Tað verður eisini stór skomm, hvis Puigdemont skal ganga hálvsvangur og leska seg við onikran hissini  pylsuvogn, so tí noyðist Magni  at keypa  bæði honum og "gorillum" ein døgurðabita viðhvørt.

Í SMS og uppi í Keypssamtøkuni eru solidir, fólksligir og bíligir døgurðar at fáa, og hesi máltíð hevði tað danska Fólkatings-borðfæið hjá Magna helst kunnað fíggjað, serliga hvis hann søkti Fólkatings-leiðsluna um beskednar eykaveitingar, eftirsum hann jú frammanundan er eykamaður í tinginum.

Men tað hastar hjá loysingar-Magna at fáa loyst hetta rættiliga akutta mál, tí  Grækarismessan nærkast, og tá koma bæði tjøldur og Puigdemont flúgvandi, uttan terrortrygd.

Kanska hevði Magni lokkað útisetan til at hildið eina óvanliga Grækarismessurøðu.

Tær plaga annars, sum allaroftast at vera geispandi keð iligar og reypandi endurtøkur.

Magni  má tí eisini syrgja fyri, at Puigdemont, sum er forvandur við so nógv lýggjari veðurlag, er ógvuliga  væl ílætin, tí ber knø  og knúgvar á Grækarismessu, føra næstan altið til herviligt krím. -

Hetta kann eisini føra nógvar eykaútreiðslur við sær.

Men alt í alt, er støðan somikið flóvislig og óviss hjá Magna, at tað helst verður neyðugt við nógvum sjálvbodnum fólki, sum kunnu hjálpa Honum við at fjálga um tann burturvilsta, heimleysa og gorhungraða  útisetan, sum løgmaður ikki vil síggja!            

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo