At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.

Skúlin hevur 244 næmingar í 1. – 7. flokki umframt 30 næmingar í forskúlaflokki. 

Í skúlanum starvast 25 lærarar, 3 námsfrøðingar, 4 stuðlar og ein skrivari. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlum, í skúlanum í Leirvík, har innskúlingin er og í skúlanum í Gøtugjógv, har eldru næmingarnir ganga.

Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal fremja góðar arbeiðs­umstøður og gott samstarv millum skúla og heim, og í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara­útbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava útbúgving ella skeið innan leiðslu.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum í Eysturkommunu. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 6. januar 2019. Starvið verður sett frá 15. februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo