Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Í fjør gjørdi Jyske Bank tað. Og nú hevur ein annar danskur stórbanki, Spar Nord boðað frá, at heldur ikki har fara tey framyvir at brúka 1.000 kr seðlar við kassan.

Lógin sigur, at bankarnir hava skyldu til at taka ímóti øllum pengaseðlum, sum tjóðbankin gevur út. Men teir gera sjálvir av, hvørjar seðlar teir brúka við útgjald. Við øðrum orðum, tú kanst seta ein 1.000 kr seðil inn, men tá tú tekur hann út, fært tú tveir 500 kr seðlar.

- Vit gera hetta, tí at vit leingi hava vitað, at stóru seðlarnir gera lívið lættari hjá kriminellum sum vilja flyta stórar pengaupphæddir, sigur Leif Lind Simonsen, deildarstjóri hjá Spar Nord við Jyllandspostin.

Í Danmark eru eisini fleiri politikarar sum halda, at kontantu pengarir áttu at verið avtiknir, millum annað fyri at koma svørtum arbeiði til lívs. Onkur hevur nevnt, at 2025 hevði verið eitt hóskandi og ikki órealistiskt mál.

Føroysku bankarnir eru partur av danska bankakervinum. VP hevur spurt seg fyri hjá føroysku bankunum, um teir hava líknandi ætlanir at gevast at brúka stóru seðlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo