Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Nú Ljósmøðrafelagið er farið í verkfall, eru vit enn eina ferð vitni til, at spurnartekin verður sett við trygdina hjá teimum borgarum, ið hava bráðfeingis viðgerð fyri neyðini. Enn eina ferð er ósemja millum arbeiðsgevara og arbeiðstakarafelag um, hvørji undantøk skulu gevast, og barnakonur ið hava bráðfeingis hjálp fyri neyðini kenna seg ótryggar.

Verkfalsrættur
Tá ein sáttmáli er farin úr gildi og samráðingarnar eru slitnaðar, hava fakfeløg sín fulla rætt til at fara í verkfall. Soleiðis skal tað framhaldandi verða, og verkfall førir til eina støðu, ið arbeiðsmarknaðurin, og í nøkrum førum alt samfelagið, skal merkja. Tó kann tað undir ongum umstøðum góðtakast, at lív og heilsa hjá okkara borgarum verður sett í vanda. 

Heldur ikki kann tað góðtakast, at ein arbeiðsgevari ikki fær røkt sína skyldu mótvegis borgarum, hvørt lív ella heilsa verður sett í vanda, um bráðfeingis hjálp ikki verður veitt.

Hvør skal tryggja lív og heilsu?
Í ávísum førum hava almennir myndugleikar eina lóga rásetta skyldu at veita heilsu- og viðgerðartænastur til borgaran. Hendan skyldan hevur eisini við sær, at tað er almenni myndugleikin sum arbeiðsgevari, ið stendur við endan, tá vandi er fyri lív og heilsu. Eisini tá so illa vil til, at skaði stendst á heilsuna ella at eitt lív er í vanda vegna vantandi heilsurøkt. 

Við verandi fyriskipanum er tó ivasamt, hvørt almenni myndugleikin sum arbeiðsgevari fær røkt hesa lógarkravdu skyldu. Hetta er triðju ferð innan bert eitt ár, at vit eru vitni til eina so stóra ósemju um undantøk, at ein almennur myndugleiki gevur til kennar, at støðan ikki er trygg fyri borgarar, ið hava røkt ella bráðfeingis heilsutænastu fyri neyðini. Tískil er alneyðugt at fáa vælvirkandi fyriskipanir um undantøk.  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ætlar sær ikki at leggja seg út í aktuellu ósemjuna millum ljósmøðrafelagið og Fíggarmálaráðið. Hinvegin vilja vit vísa á, at verandi støða á arbeiðsmarknaðinum ikki er haldfør.  

Løgmansrøðan
Løgmaður tók sjálvur hesi viðurskifti upp í løgmansrøðuni á Ólavsøku, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur sum løgmaður, at neyðugt er at kanna hvørjar fyriskipanir kunnu forða fyri, at lív, heilsa og stór samfelagslig virði verða sett í vanda í sambandi við verkføll, og møguliga lóggeva um hesi viðurskifti.   

Ynskiligt er tó, at partarnir sjálvir gera tær semjur, ið eru neyðugar. Higartil hava sáttmálapartarnir í ávísan mun samráðst um undantøk og fráboðanarfreistir í sambandi við verkfall. Einstakar avtalur eru gjørdar um, hvørji ítøkilig størv skulu verða undantikin arbeiðssteðgi, og somuleiðis eru avtalur gjørdar um fráboðanarfreist áðrenn farið verður í verkfall. Vit mugu tó enn eina ferð sanna, at vit als ikki hava neyðugar fyriskipanir um undantøk. Tí eiga sáttmálapartarnir skjótast gjørligt at gera neyðugar avtalur um undantøk.  

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo