At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Hóast hendan vikan byrjaði væl við at prísurin á Bitcoin varð handlaður úr $3995 upp í $4260 mánadagin, so vendi skjótt týsdagin, tá prísurin kom heilt niður á $3760, tá hann var lægst.

Tað hevur verið niðurgongd í prísinum á Bitcoin alt árið, men tann 14. november byrjaði prísurin verðuliga at ganga skeivan vegin. Eftir einari viku var 30 prosent av virðinum vekk.

Seinastu vikuna er prísurin lækkaður við 12 prosentum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo