Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hamar tók í dag ímóti Ravni og var lagt upp til ein spennandi dyst. Málið hjá Hamar var at steðga Ravni, sum ikki hava tapt ein dyst í ár. Hamar kom eisini sera væl frá byrjan og fyrsti fjórðingur endaði 12 – 3.

Í øðrum fjóringi leikaði meira javnt á og hálvleiksstøðan var 21 – 16.

Aftaná hálvleik tók Ravnur annað skinn um bak og vunnu fjóringin 8 – 20, so at áðrenn síðsta fjórðing førdu Ravnur 29-36.

Síðsti fjórðingur bleiv eitt sindur meira taktiskur og bæði liðini gjørdiu alt fyri at hinir ikki skuldu skora. Hetta gjørdi, at Hamar einans fingu 3 stig, meðan Ravnur fingu 7.

Samanlagt gjørdi hetta, at Ravnur vann á Hamar 32 – 43.

Toppskorarar í dag vóru Rainer Latupeirissa frá Ravni við 12 stigum og Aksel Berg úr Hamar við 8 stigum.

Støðan í kappingini er:

Ravnur                  7 stig

Sporðdrekin       2 stig

Hamar                   1 stig    

Næsti dystur er millum Ravn og Sporðdrekan á Toftum, og enn er spenningur í. Um Sporðdrekin klárar at koppa Ravni, eru teir hitt liðið í finaluni. Men um Ravnur eisini vinnur tann dystin, og koma ígjøgnum kappingina uttan at tapa, so er alt at spæla um í seinasta umfari. Um Hamar vinnur tann dystin, so verður tað talt upp, hvør er best innanhýsis, og so er tað munurin á stigum (mál), ið avgerð hvør kemur í finaluna.

Finalan verður spæld 20. mai 2017.

Myndatøka: Rúni Rasmussen

trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo