Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Mynd: KVF

Semingsstovnurin og Føroya Pedagogfelag hittust klokkan 13 í eini roynd at loysa nýggjastu ósemjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hetta hendir, eftir at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum saman við Føroya Pedagogfelag í farnu viku sendu boð eftir Semingsstovninum, av tí at partarnir vóru somikið langt frá hvørjum øðrum, at eingin semja var í eygsjón.

Og enn er eftir øllum at døma langt ímillum partarnar, skal ein trúgva Terja Sigurðsson, semingsmanni:

- Tað kann eg róliga svara ja til. Men í løtuni royna vit at finna út av hvar partarnir standa og hvat letur seg gera, segði hann við in.fo fyrr í dag. Hann upplýsti eisini, at um alt gongur væl, so møtast partarnir møguliga til víðari samráðingar í morgin.

Í gjár fundaðist semingsstovnurin við arbeiðsgevararnar.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo