Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen
Politikkur

Sum ketta úr høvdatrogi lovar Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin nú, at vit skulu fáa eina nýggja pensjónsskipan, har ið tað loysir seg at arbeiða, tað skal henda, tá ið hann og Sambandsflokkurin kemur til valdið. 

Hetta ljóðar sum ein góð summarsøga, nú politiska skipanin heldur summarfrí. Sum øllum kunnugt var samrátt við Sambandsflokkin um pensjónskipanina, í mánaðir og aftur mánaðir, tá varð onki uppskot um at tað skuldi loysa betur at arbeiða hjá pensjónistunum. Ei heldur tók Sambandsflokkurin ráðini frá Magna Laksafoss til sín,  tá ið pensjónsskipanin var til viðgerðar í løgtinginum, at tað er nú tað er grind og tí er tað nú, ein skal gera sína ávirkan galdandi á komandi pensjónsnýskipanina. Kanska Sambandsflokkurin nú er vaknaður við kaldan dreym.

Tað einasta uppskotið, ið sambandsflokkurin tvíhelt um, var at hækka grundarupphæddina upp á støðið ið hon varð í 2015. Vit royndu at møtast á miðjuni og skutu upp, at hon hækkaði við 250 kr, umframt batarnar ið eru í nýggju pensjónsskipanini, hetta vrakaði sambandsflokkurin. Samstundis var spurningurin um haldføri tað ið teir mest tosaðu um, hóast júst uppskotið um at hækka grundarupphæddina aftur, uppá sikt versnaði haldføri við eini 100 milliónum.

Pensjónsskipanin ið Sambandsflokkurin ikki vildi verða við til, ger tað munandi meira lønandi at arbeiða hjá komandi pensjónistum, sum talvan niðanfyri vísir.

Spell at Sambandsflokkurin ikki tók kjansin meðan hann var har, og royndi at ávirka pensjónsnýskipanina. Tað fyrikemur mær heldur margháttligt, nú at  borðreiða við summarsøgum, um alt tað góða, ið Sambandsflokkurin vil fremja, eftir at pensjónsskipanin er sett í verk og aftaná at hann hevur ligið sjóvarfallið av sær.

Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo