Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Í Suðri eru fleiri bátar, sum eru mannaðir við ferðamonnum, sum vísa seg at útflyta nógv av "føroya fólks ogn".

Útlendingarnir koma hendavegin og manna einar 5-6 bátar, og so fara teir út at fiska og standa so á bryggjuni og flekja, tá ið teir eru komnir aftur av føroysku grunnunum.

Veiðan verður so flutt av landinum í frystibilum, sum koma 14. hvønn dag, og er hetta mannagongdin alla summarhálvuna.

Tað skal so eisini sigast, nú eg las á VP um, at Brimil hevði kannað bátar, at hesir bátarnir neyvan eru í sigluførum standi.

Eg havi skilt at okkurt er í føroysku lóggávuni um, at ferðamenn kunnu leiga sær ein fiskitúr í Føroyum, og er hetta helst gjørt at stimbra føroysku ferðavinnuni, sum møguliga nú hevur fingið í so nógvan stimbur, men lat tað liggja júst nú.

Í hesum førinum í Suðri, í Porkeri, sær meira og meira út til at hetta er vorðið ein vinna, har føroyskur fiskur verður útfluttur uttanum allar skipanir at vísa seg.

Mín spurningur er tí, hví einki hámark er sett á, hvussu nógv útlendski ferðamaðurin hevur loyvi at fiska í Føroyum av "føroysku ognini hjá føroya fólki"?

Undrandi sjómaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo