- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Jørgen Niclasen á Facebook: Høgni Hoydal hevur útsett uppboðssøluna av silda- og makrelloyvum, sum skuldi vera í morgin, tí hann helt at undirtøkan var ov lítil.

Í gjár var uppboðssøla og rætturin at fiska sild var seldur fyri umleið 2 kr/kg.

Avreiðingarprísurin verður væntandi umleið 3,50 kr/kg.

Meginparturin av avreiðingarprísinum fór í landskassan, men Hoydal heldur tað er ov lítið.

Er endamálið totalt at lensa fiskimenn og skip fyri alla inntøku?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo