Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope
Vinna

Norska oljufelagið við heimstaði í Oslo hevur í eini børsfráboðan boðað frá, at felagið hevur keypt smá 29% av Faroe Petroleum, sum hevur heimstað í Aberdeen.

Í tilsamans trimum handlum sum hava verið í síðstu viku hevur norska felagið keypt upp í Faroe Petroleum, og eigur nú 28,7% av partapeninginum. Men talan er kortini ikki um eina roynd ogna sær meirilutan av partapeninginum, sigur DNO eisini í børsfráboðanini.

Sambært bretskari lóg skal eitt børsskrásett felag, sum keypir so stórar partar av øðrum felag, boða frá sínum ætlanum. Sambært hesum má DNO nú bíða í minst 6 mánaðir áðrenn felagið økir ognarlutin upp um 30%. 

Miðilin Energyvoice.com endurgevur stjóran á orskustovninum Energy Institute við lærda háskúlan í Aberdeen, John Scrimgeour, fyri at siga, at tað neyvan er nakar ivi um at DNO ætlar sær at fáa ræði á Faroe Petroleum. 

- Tað er sjálvandi ein orsøk til at teir gera, sum teir gera. Teir siga kanska eitt, men eg ivist ikki í, at okkurt meira fer at henda í næstum, sigur John Scrimgeour.

DNO keypti hvørt partabrævið í Faroe Petroleum fyri 1,25 pund. Faroe Petroleum var seinni úti og segði, at keypsprísurin var munandi lægri enn virðini í felagnum kundu rættvísgera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo