Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Politikkur

Fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, viðvíkjandi sølu av gamla bygninginum hjá Havnar Sjúkrakassa, sum Granskingarráðið umsitur.

Er hesin bygningur seldur?

Hevur hann verið alment lýstur til sølu, hvar og nær?

Um so er, hvussu nógv er hann seldur fyri?

Hvat hendir við leigumálinum hjá Barnahúsinum, sum Barnaverndarstovan umsitur?

Hvussu nógv fær Granskingarráðið burtur úr hesi sølu?

Viðmerkingar:
Havnar Sjúkrakassi, sum var elsti sjúkrakassi í landinum, bygdi bygningin í Magnus Heinasonargøtu í 1960 og hevði sítt virksemi har, til sjúkrakassin varð niðurlagdur í 2010.

Bygningurin er í fýra hæddum og liggur í miðbýnum.

Løgtingið gjørdi av, at fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum skuldi koma øllum fólkinum til gagns. Tað skuldi gerast við at lata stuðul til átøk og verkætlanir, ið kunnu menna heilsuverkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum.

Tá løgtingið gjørdi av at taka av sjúkrakassanar í 2009, vóru 11 sjúkrakassar í landinum, ein fyri hvørt læknadømi. Í staðin fyri sjúkrakassarnar varð Heilsutrygd sett á stovn at umsita almennu heilsutrygdina.

Sum størsti sjúkrakassin í landinum, hevði Havnar Sjúkrakassi við sínum ognum og bygningum eisini nógv tey størstu virðini.

Ætlanin var, at bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa kundi brúkast til almannagagnlig endamál, og var millum annað Tórshavnar kommuna áhuga í hesum til dagtilhald á eldraøkinum, tí bygningurin lá serliga væl fyri mitt í býnum.

Kommunufelagið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið settu Barnahúsið á stovn og fekk tað innvist í bygninginum. Eisini heldur Stuðulsskipanin til í hesum húsi.

31. mars 2014 varð fæið hjá sjúkrakassanum handa Granskingarráðnum at umsita í samsvari við leiðreglurnar, ið nevndin fyri Sjúrakassagrunnin hevði ásett.

Nú frættist, at húsini eru seld, og tí seti eg fram henda fyrispurning, tí bygningurin hevur bæði søguligan og almennan áhuga.

Á løgtingi 12. oktober 2017
Heðin Mortensen


Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo