Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

Ein mynd er løgd út á sosialu miðlarnar, upprunaliga á Reddit, sum vísur Alexis Sánchez í Manchester United-drakt.

Tað sær út at vera Old Trafford-matta, og superstjørnan tekur eina selfie av sær sjálvum. Men sambært Nettavisen.no, so er ikki vist at hetta er er Sánchez, men um so at tað er hann, so er ein avtala komin undir land.

Millum teir miðlar sum eisini umtala myndina eru Mirror, Metro og Joe.co.uk.

Daily Mail hevur eisini myndir av Alexis Sánchez á veg inn á Carrington til medisinsku kanningarnar, meðan Mkhitaryan er avmyndaður í London.

Sum myndin avdúkar, so fær Alexis nummar 7 í Manchester United, ið er sama nummar hann hevur í Arsenal. Nummar 7 í Manchester United høvdu bæði Beckham og Ronaldo, so spurningurin er, um nummar 7 ikki verður nakað stór og tung troyggja hjá Alexis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo