Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Krutl

Óli Breckmann skrivar: Spyr tú ein umhvørvist spurningin omanfyri, hevði hann ikki ivast í at svara, at kol sum orkukelda er eitt hitt mest dálkandi fossila brennievni og eigur at verða bannað í øllum londum alla framtíð, tí kolið hitar jørðina.

Ein meiri jarðbundin persónur hevði helst roynt at víst á fyrimunir og vansar við hesi lívrunnu orkukeldu, sum heimurin goymir undir jørð í miljarda tonsum og kundi fingið gagn av í øldir frameftir.

Fleiri og fleiri politikarar lata seg ræða av teimum granskarum, vísindafólkum, byrokratum og skattfíggjaðum umhvørvistum, sum í vaksandi tali liva av at øsa seg sjálvan og onnur upp ímóti fossilum brennievnum.

Føroyar hava nógv regn og vind, og SEV ætlar, sum rætt er, at framleiða sum mest av el-orku úr varandi orkukeldum.

Men hvussu gongst øðrum heimsins londum at nøkta teirra ómettiliga tørv á el-orku, sum hevur verðið og verður framleidd við koli?

Týskland hevur gjørt eitt risa átak til at framleiða ravmagn við varandi orkukeldum, vatni, vindi, sól og so nøkrum kjarnorkuverkum.

Men enn eru varandi orkukeldur dýrar og krevja stóran almennan studning. Tó er orkurokningin hjá týskum húsarhaldum hækkað 5-6.000 kr um árið í meðal farnu 15 árini.

Nú framleiðir Týskland 44% av síni el-megi við kolorku, meir enn nakað annað evropeiskt land. Týska stjórnin ætlar at økja el-framleiðsluna við koli.

Einki land klárar enn at framleiða meiri enn 10% av samlaðu orkunýtsluni við varandi orkukeldum.

Póland eigur nógv kol í undirgrundini, og Eva Kopacz, forsætisráðharri, sigur, at kolið hereftir fer at viga væl tyngri enn atomorka í pólsku el-framleiðsluni.

Í Asia er kol nógv størsta orkukeldan. Har flenna politikarar og ídnaðarmenn at vesturlendskum umhvørvistum.

Kina framleiðir nú 75% av síni el-orku við koli, og kommunistiska stjórnin í Peking ætlar at byggja (haldið tykkum fast) 363 nýggj kolorkuverk komandi 5 árini, hvørt av teimum nóg stórt til at veita einum stórbýi við 1 miljón íbúgvum alla el-orkuna, teimum tørvar.

India við sínum 1,1 miljard íbúgvum ætlar at grava eitt nýtt kolanám um mánaðin og tvífalda sína kolframleiðslu longu í ár 2020.

Enntá Japan boðar frá, at landið byggir 41 nýggj kolorkuverk næstu 10 árini.

Pakistan, Vietnam og Filipsoyggjar eru líka framsøkin við kolorku sum Japan.

Altjóða Orkustovnurin hevur roknað út, at Landsynnings Asia við 100-tals millióna íbúgvum fer at útvinna 80% av síni el-orku við fossilum brenni um 10 ár.

Eisini ein afrikanskur orkufelagskapur hevur gjørt greitt vegna síni limalond, at afrikanarar eru troyttir av hesum vesturlendsku umhvørvistunum, sum í áratíggju hava roynt at troka sínar sólkjarnuplátur upp á strátekjunar ar á afrikanskum leirsmáttum, sum ikki klára at hita eina kókiplátu og eina ljósperu undir loftinum í senn.

Afrikanarar krevja sum vant, at tey framkomnu londini í framtíðini skulu gjalda fyri el-orku framleidda í Afrika.

Teir politikarar, sum hittast í París um stutta tíð á ST-veðurlagsstevnu, royna av øllum alvi at tvinga vesturlendskar skattgjaldarar at rinda 3.-heimslondum milliardir av krónum hvørt ár í studningi til at byggja út varandi orkukeldur.

Tey stóru búskaparligu vakstrarlondini økja sína kolorku við fullari ferð og flenna at bláoygdum vesturlendskum umhvørvistum, sum liva á luxusklassa av fossilframleiddari orku, koli, olju og gassi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo