Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er vorðið alt meira sjónligt, at endurstovnaði Landsbankin er vorðin eitt slag av bakki hjá sitandi samgongu.

Tá fiskivinnunýskipanin var fyri, hoyrdu vit stjóran í Landsbankanum postulera, at reiðarar gjalda síni skip aftur eftir 7 árum, so í fiskivinnuni var yvirflóð av ríkidømi, nógvur yvirnormalur vinningur og nokk av tilfeingisrentu at taka av.

Nú í sambandi við ratingina av Føroyum, ber Landsbankin fram beinleiðis ósannindir:

- Orsøkin til at vit fáa høga rating (tann sama sum síðani 2012) er kvotuskipanin, uppboðssølan og annars alt tað góða, sum henda skipan hevur við sær.

Tíðindaskrivið frá Landsbankanum skjeyt fullkomuliga við síðuna av.

Fake news frá enda í annan.

Moody's hevur yvirhøvur ikki hálovað nakrari fiskivinnunýskipan.

Landsbanki Føroya eigur at verða óheftur frá politisku skipanini.

Tað eigur at fáa avleiðingar at stovnurin roynur at verða eitt slag av propagandamaskinu hjá samgonguni.

Ónøgdur eigari 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo