Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Tað má sigast at vera undarligt, at portalar og KVF halda fram at leggja út greinar og útrokningar hjá Meinhardi Jacobsen, har tað sær út sum hevur hann loysnirnar til allar trupulleikar viðviðkjandi umleggingini av fiskiskapinum í Føroyum.

Hann er forsprákari fyri at helst allur fiskur skal fara á uppboðssølu.

Um eg ikki fari grúuliga skeivur, so er hetta sami maður sum átti bestu trolararnar og flakavirkini í eini tíð, tá eingin uppboðssøla ella tilfeingisgjald var (tað vil siga, hann fekk allar kvoturnar uttan at gjalda tilfeingisgjald).

Og kortini fór hann so syngjandi á heysin.

Er Meinhard Jacobsen tann rætti at læra poilitikarar og annað gott fólk, hvussu tey skulu gera?

Tað eiga fólk at hugsa um, tá ið tey lesa hansara greinar.

Gullak Madsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo