Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Nærum 70% av teimum, sum hava luttikið í einari atkvøðugreiðslu á Facebook bólkinum "Føroysk rættstaving", halda ikki, at orðið "nekari" er niðrandi.

Higartil (fríggjamorgunin kl. 09.45) hava 1956 fólk luttikið í atkvøðugreiðsluni, og áhugavert er, at 1344 teirra hava svarað "nei" til spurningin "Fatar tú tað føroyska orðið 'nekari' sum niðrandi?".

Hetta svarar til 68,7% av teimum, sum hava luttikið.

547 fólk, ella á leið 28%, hava svarað "ja", at tey fata orðið niðrandi, meðan 65 hava svarað, at tey ivast.

Vanligt er, at fyrivarni verða tikin, tá veljarakanningar verða gjørdar, og tá talan er um eina atkvøðugreiðslu sum hesa á alnetinum, verða vanliga enn fleiri fyrivarni tikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo