Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Krutl

BirkBlogg: Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi.

Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngerða tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo