Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Er tað í lagi, at eitt landsstýri ger eina lóg um miðlastuðul og sigur seg við lógini vilja stuðla demokratinum í landinum ígjøgnum landsins miðlar?

Men so vísir tað seg, at lógin fyrst og fremst er gjørd til tann eina miðilin, tann sum er minst atfinningarsamur ímóti sama sitandi landsstýri, og annars hevur greiðar tilvísingar til flokkin hjá ráðfrúnni sum skal eitast at hava gjørt lógina.

Er tað í lagi?

Er tað í lagi, at mentamálaráðfrúan noktar fyri at svara kritiskum spurningum um lógina? Eisini tá tað vísir seg, at fleiri miðlar als ikki vilja vita av hesum stuðlinum, men heldur vilja hava eina aðra skipan.

Er tað í lagi?

Er tað í lagi, at redaktionellir meðarbeiðarar eins og leiðsla í miðlinum, sum stendur til at fáa mest burturúr ætlaða stuðlinum, ganga niðan í løgtingið at royna at ávirka politikarar, sum ivast, til at taka undir við ætlaðu lógini?

Er tað í lagi?

Er tað í lagi, at stjórnarberandi flokkar kalla inn til fund, har bæði mentamálaráðfrúa og stjóri á sama miðli við framíhjárættindum eru við, til tess at trýsta neyðugu atkvøðurnar uppá pláss?

Er tað í lagi?

Vit spyrja bara.

Er tað í lagi?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo