Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú farna mánadag fekk strandfaraskipið Teistin motorskaða og nakað av umrøðu um hetta málið.

Tað sum undraði meg mest var, at Ternan var sett inn í hesa sigling, sum Teistin skuldi sigla, sjálvt um Ternan ikki hevur loyvi til tess, men fekk eitt undantaksloyvi til hesa farleið.

Hvussu nógv undantaksloyvi hevur FMA útskrivað til SSL hesi seinastu 5 árini?

Hvat er grundgevingin fyri at geva hesi loyvi?

Tá ið eitt undantaksloyvi verður givið, er tað so ikki undantak frá trygdini?

Er tað ikki so, at tey krøvini sum skipini hava, eru krøv til trygdina, so eitt undantaksloyvi er eitt undantak frá trygdini.

Nú í fleiri ár hevur SSL/Landsstýrið fingið undantaksloyvi fyri síni skip og hevur hetta gjørt tað, at ikki er neyðugt at byggja nýggj skip.

Sjóvinnustýrið virkar ikki leyst av politiska myndugleikanum og harvið útskrivar undantaksloyvi eftir sum tørvurin er, men hvar er trygdin.

Tað næsta undantaksloyvi ið Sjóvinnustýrið fer at geva er allarhelst til ein kasseraðan glastrevjabát úr Noregi.

Spurin ferðandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo